Ríkisveitingin hevur lítlan og ongan týdning fyri Føroyar

Danska ríkisveitingin er bara ein evarska lítil partur av føroyska búskapinum, halda politisk oddafólk í Tjóðveldi.

 

Ríkisveitingin í Danmark, er bara ein pikkalítil partur av føroyska búskapinum. Tað staðfesta tvey av oddafólkunum í politikki, Høgni Hoydal, floksformaður, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Tey eru ikki samd við Bárð S. Nielsen um, at danska ríkisveitingin er ein trygd fyri vælferðini í Føroyum.

 

 

Les meiri her: Eg eri ikki stoltur av at vit fáa pengar úr Danmark

 

 

Kristina Háfoss sigur, at hava vit ikki ráð til sjálvbjargni nú, nær skulu vit so hava ráð til tað. Hon sigur, hetta er ikki eitt val ímillum vælferð og ríksiveiting. Tað einasta, hetta snýr seg um, er, hvussu polititiski myndugleikin gera av, at peningurin skal brúkast, sigur hon. 

 

– Tað ber væl til at skerja ríkisveitingina og at menna heilsuverkið samstundis, sigur hon. Í hesum sambandi vísir hon á, at hóast ríkisveitingin hevur staðið í stað hesi seinastu árini, er játtanin til heilsuverkið hækkað 200 milliónir. 

 

– Í løtuni er ríkisveitingin bara seks prosent av øllum tí, vit taka inn frá borgarum og vinnu at at reka samfelagið fyri, sigur hon. Er hugsar hon um Landskassan, kommunurnar og teir almennu grunnarnir, Als, Barsilsskipanina og Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin. Øll hini 94 prosentini rinda føroyingar sjálvir.

 

Hon vísir eisini á, at tilsamans hava Landið og kommunurnar eitt avlop, upp á 690 milliónir í fjør, og tað er 50 milliónir meiri enn ríkisstuðulin er.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur, at tað er ein andsøgn í, at tingmenn, sum vilja hava hægri ríkisveiting, eru teir somu, sum átalað, at almennu útreiðslurnar eru ov høgar. 

 

Hann vísir á, at ríkisveitingin er góðar 600 milliónir, og tað, sum so kemur afturat, eru útreiðslur til løgreglu og lestrarstuðul til tey, sum nú fáa danskan lestrarstuðul, sum eru einar 200 milliónir. 

 

– Er tað nakar, sum ivast í, at vit klára tað, spyr landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

 

Ríkisveitingin úr Danmark er eitt ógvuliga lítið gjald, danir rinda føroyingum fyri at varðveita yvirvøldina í Føroyum, heldur formaðurin í Tjóðveldi.

 

Varð alt tilskotið úr Danmark til Føroyar tikið burtur nú, høvdu vit havt eitt hall á fíggjarlógini upp á einar 200 ella 300 milliónir. 

 

– Men tá ið formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður S. Nielsen, var landstýrismaður í fíggjarmálum, var hallið eina milliard. Sostatt eru vit farin frá einum halli upp á eina milliard til eitt avlop upp á nakrar hundrað milliónir krónur, sigur Høgni Hoydal.