Rógvi skoraði í fyrsta heimadystinum hetta kappingarárið

Aftaná tveir dystir eru Rógvi Baldvinsson og liðfelagarnir í Bryne framvegis ósigraðir

Sjálvt um summi siga, at tað "bara" er talan um triðbestu fótbóltsdeildina í Noregi, so er føroyski landsliðsleikarin, Rógvi Baldvinsson trúgvur sum trøllið, og hann tekur enn eitt tørn við Bryne í triðbestu deildini.

Núðstani farna vikuskiftið byrjaði kappingarárið í triðbestu fótbóltsdeildini í Noregi. Tá megnaði Bryne javnleik 1-1 á útivølli móti Asker. Tá var Rógvi Baldvinsson ikki við á liðnum, tí hann sat yvir eitt leikbann hann fekk á seinasta leikdegi í fjør. 

Í dag byrjaði Rógvi Baldvinsson, og hann spældi allan dystin tá Bryne á heimavølli vann 3-1 á Flekkerøy. 

Flekkerøy kom á odda 1-0 stutt undan steðginum. Tá eitt stórt korter var farið av dystinum javnaði Rógvi Baldvinsson til 1-1. Seinasta korterið eydnaðist tað Bryne at fáa tvey mál aftrat og tryggja sær øll trý stigini.

Arendal er á odda í deildini við seks stigum. Bryne og Sotra hava fýra stig á øðrum plássi.

Komandi leygardag spælir Bryne útidyst móti Nardo sum bert hevur fingið eitt stig higartil.

Millum liðini sum eru í deildini eru eykaliðið hjá Rosenborg og fyrrverandi liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger. 

Umframt at spæla fótbólt er Rógvi Baldvinsson ein kendur útvarpsvertur í Rogalandi, og tá norska TV2 vísti føroysku Betrideildini var hann ofta partur av sendingum hjá TV2 sum serfrøðingur.