Ein kinesiskur felagsskapur hevur gjørt av at lata russiska forsætisráðharranum, Vladimir Putin, ta sonevndu Konfusius-friðarheiðurslønina fyri árið í ár. Sagt verður, at kinesisku myndugleikarnir hava góðkent avgerðina.
Konfusius-friðarheiðurslønin varð fyrstu ferð latin í fjør, og hon verður mett sum ein kinesisk roynd at finna eitt alternativ til Nobel-friðarheiðurslønina, sum í fjør varð latin kinesiska andstøðumanninum og rithøvundinum Liu Xiabao.
Í fjør skuldi Konfusius-friðarheiðurslønin latast taiwanska varaforsetanum, Lien Chan, men hann kom ongantíð eftir henni. Tí varð hildið, at heiðurslønin fór í søguna, men í gjár varð so fráboðað, at hon verður latin Vladimir Putin í ár. Sum skilst bleiv hann valdur fram um onnur evni, teirra millum týska kanslaran, Angela Merkel. Sambært tíðindunum vann Putin, tí hann var ímóti at bumba Libya.
Spurningurin er so, um Putin fer til Kina eftir heiðursbrævinum og teimum 90.000 krónunum, sum fylgja við. Sambært fyrireikarunum hevur russiska sendistovan í Beijing fingið boðini, men hon hevur ikki svarað.