PUB CUP 2011 hvør er best leikandi barr í býnum?
Komandi leygardag, 9. juli kl. 14.00, verður PUB CUP 2011 á Graslíkisvøllinum á Grásteinsgøtu. Hetta er næsta árið á rað at skipað verður fyri fótbóltskappingingi, ið stendur millum allar barrirnar í Havnini.
Hvat fyri eitt skeinkistað í Tórshavn klárar seg best við bóltinum? Tað fáa vit at síggja leygardagin, tá barrirnar í býnum savnast á Graslíkisvøllinum á Grásteinsgøtu at kappast um steypið og heiðurin sum PUB CUP vinnari 2011.
Fyri góðum ári síðani varð fyrsta slíka kappingin hildin, og var tað tá dansistaðið Deep, ið streyk avstað við fyrsta plássi. Nú verður farið í gongd aftur við fullum útblástri.
Tað verða 12-15 lið, skipað í bólkar. Hvørt lið hevur fýra leikarar á vøllinum í senn. Øll eru vælkomin at hyggja at og heppa! Tað er ókeypis atgongd.
Tá kappingin er av, og spælarar hava fingið andan aftur, fær vinnaraliðið steypið handað í Sirkus kl. 21.00, har øll eisini eru vælkomin.
Umframt steyp sleppur vinnara-liðið á ókeypis pubcrawl á øllum luttakandi støðunum. Kappingin er stuðlað av OKKARA og fyriskipað av Sirkus Föroyar.