Tað stóra arbeiðið, sum Porkeris kommuna fer at gera í ár, er eitt veruligt bingjupláss, sum verður bygt niðri á havnalagnum. Hetta arbeiðið, sum er í gongd, fer at kosta kommununi eina góða miljón.
- Tað er harðliga tiltrongt, at vit fáa eitt veruligt bingjupláss. Vit hava havt eitt opið pláss niðri á bryggjuni, men tað hevur hvørki verið hegn ella gyrðing um økið.
Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeris kommunu, sigur, at kommunan hevur fingið áminningar frá IRF um at skipa økið betri, og nú verður tað so gjørt.
- Hetta er ein íløga, sum vit mugu bera sjálvi. Men, vit duga at síggja, at eitt veruligt bingjupláss undir skipaðum viðurskiftum eisini fer at hava nógvar fyrimunir við sær.
Borgarstjórin vísir á, at fólk, sum eru komin við ymiskum, sum skal koyrast burtur, bara hava sett tingini á bryggjuna, og tað í sær sjálvum er ein vánalig loysn.
- Tá bingjuplássið verður liðugt, verður tað opið ávísar dagar og tímar í vikuni, og her kemur fólk at syrgja fyri, at alt verður væl lagt til rættis.
Mikkjal Sørensen sigur, at tey eisini fara at gera eina reglugerð fyri økið.
- Nýggja bingjuplássið skal verða liðugt í apríl, og vit gleða okkum til, at hesi viðurskifti verða skipaði niðri á bryggjuni, sigur borgarstjórin í Porkeris kommunu.