Pia Kjærsgaard fekk drápshóttan

Løgreglan í Keypmannahavn hevur skuldsett fimm menn fyri at hava hótt við at beina fyri Piu Kjærsgaard, formanni í Danska Fólkaflokkinum. Teir fimm menninir, sum eru av fremmandum uppruna, vórðu tiknir á Nørrebro, men fýra teirra eru seinni latnir leysir. Tann fimti situr enn í varðhaldi, meðan løgreglan kannar onnur viðurskifti, sum viðvíkja honum.

Pia Kjærsgaard, sum hevur verið burturstødd, fekk fyrradagin at vita, at skrivstovan á Christiansborg hevði fingið eitt bræv, har fimm menn hóttu við at beina fyri henni.

Í dag kom Pia Kjærsgaard aftur til Keypmannahavnar. Hon segði við tíðindafólk, at hon kennir seg trygga, og at løgreglan tekur sær av málinum.