Tað verður í hvussu so er ikki fyribils, at pensjónsaldurin í Føroyum hækkar.
Tað staðfestir Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú eitt kvøldið Norðstreymoyar Javnaðarfelag skipaði fyri fundi, har eisini pensjónsviðurskiftini vóru á skrá.
Samgongan arbeiðir við at gera eina nýggja pensjónsskipan, og roynt verður at fáa so nógvar flokkar í Løgtinginum sum gjørligt, at taka undir við eini nýggjari skipan. Tí situr ein arbeiðsbólkur við øllum flokkum á tingi og roynir at finna semju um eina nýggja skipan.
Í sambandi við pensjónir hevur pensjónsaldurin verið nógv umrøddur, og einaferð lá í kortunum, at pensjónsaldurin skuldi hækka við einum árs skotbrái.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at spurningurin um pensjónsaldurin verður eisini viðgjørdur í sambandi við arbeiðið, sum nú er farið undir fyri at gera eina nýggja pensjónsskipan.
Hon veit ikki um úrslitið verður, at pensjónsaldurin verður hækkaður. Men hon veit í øllum førum, at tað verður ikki fyribils, at hann hækkar.
Í Javnaðarflokkinum eru tey ikki eldhugað fyri at hækkað pensjónsaldurin, men tað eru ógvuliga ymsar meiningar um tað.
Men verður pensjónsaldurin hækkaður, verður tað undir øllum umstøðum við rættiliga longum skotbrái, so at fólk fáa góða tíð at venja seg við tankan.
Og hækkar pensjónsaldurin, verður tað eisini ógvuliga líðandi, kanska eitt hálvt ár ísenn, sigur hon.
- At gera, sum tað lá í kortunum einaferð, at pensjónsaldurin skuldi hækkast við eitt árs skotbrái, ber ikki til at bjóða fólki, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum.
Hinvegin verður eisini arbeitt við eini ætlan, so at tey, sum eru uppslitin og ikki orka at arbeiða til tey røkka vanligum pensjónsaldri, eisini onkusvegna kunnu verða pensjónerað, áðrenn tey røkka vanligum persónsaldri.