Pál akkurát ov stuttur

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag gjørdist akkurát ov stuttur til heiðursmerki í 400 frí á World Cup í Moskva, hóast hann setti føroyskt met við meira enn einum sekundi.

Tíðin hjá honum var 3:41.40, har føroyska metið hjá honum frá EM í Rijeka í fjør var 3:42.57. Nikita Lobintsev úr Russlandi vann gull við tíðini 3:38.40, meðan danski Mads Glæsner vann silvur við 3:40.10, og russiski Mikhail Polishchuk vann bronsu við 3:40.65.