Ongar ætlanir um at flyta Hotel Tórshavn í nýggj høli

Landsstýrið hevur leigað hølini, sum hotellið er í, til, 2020 og tað kann verða dýrt at at siga sáttmálan upp, sigur Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum

Hotel Tórshavn

Tað eru ongar ætlanir um at finna nyggj høli til Hotel Tórshavn, sum er føroyska sjúklingahotellið í Keypmannahavn.
Hetta sigur Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum í einum svari til Johan Dahl, løgtingsmann.
Løgtingsmaðurin hevur sett landsstýrismanninum nakrar skrivligar fyrispurningar um Hotel Tórshavn og á tingfundi seinnapartin í gjár, skuldi spurningarnir svarast.
Eitt nú spyr løgtingsmaðurin, hvat ítøkiligt verður gjørt fyri at tryggja, at støðan, sum kom í viðvíkjandi legionerbakteriuni í vatnskipanini á hotellinum, ikki endurtekur seg og um royndir verða tiknar av vatninum og, hvussu ofta.
Bill Justinussen sigur, at ein orsøk til,trupulleikan við legionella , var, at hitin á tí heita vatninum var ov lágur. Málingar vístu, at hitin í heittvatnstangunum vóru ímillum 35 og 58 stig,
Legionellabakteriur best í hita, sum liggur í millum 25 og 40 stig. Ein onnur orsøk sambært embætislæknanum kann vera, at vatnið verður ov lítið útskift í rørunum til køksvaskini á kømrunum.
Síðani eru stig tikin til at loysa trupulleikan og hann er nú loystur og felagði, sum eigur húsið, hevur góðtikið kravið frá hotellinum um, at hitin ikki aftur verður settur so langt niður, at vandi fyri legionella tekur seg upp aftur. Hereftir skal vatnið eisini kannast regluliga.

Sett freist
Johan Dahl vildi eisini hava at vita, hvat verður gjørt við svampatrupulleikan á hotellinum?
Bill Justinussen svarar, at tað, sum higartil er gjørt, er at lappað hevur verið upp á trupulleikan. Svampurin er vaskaður burtur, og svampadrepandi evni er smurt á, har svampur hevur verið.
Hann ásannar tó, at hetta er ikki nøkur varandi loysn, tí fuktur er framvegis í vegginum, sum ger, at svampurin kemur aftur. Trivnaðarmálaráðið hevur tí havt fund við felagið, sum eigur húsið og givið teimum freist til 23. septemberí ár at koma við eini støðufrágreiðing og eini ætlan fyri, hvussu teir ætla at loysa trupulleikan við svampinum.
Somuleiðis vil Johan Dahl hava at vita, um nøkur ætlan er um at bøta um umstøðurnar, sosialu støðuna og ítrivsmøguleikarnar hjá teimum, sum eru har leingi.
? Ætlanin er, at framyvir skulu tey, sum eru leingi á hotellinum, hava tvey rúm at vera í, eitt rúm at sova í og eitt at vera í . Hetta eru tvey kømur við hurð ímillum, sigur Bill Justinussen.
Hetta hevur tó ikki borið til seinastu tíðina, tí hotellið hevur verið fult av sjúklingum og avvarðandi, men tá ið pláss hevur verið, hava tey fingið tvey rúm.
? Viðvíkjandi plásstrotinum, verður kannað eftir, um talið av niðursendum fólkum kann avmarkast, m.a. reglarnar fyri fylgjarum, kunnu herðast, um viðgerðum kunnu flytast og um av tíðin í Danmark kann styttast. Kannað verður eisini, um Sjúklingahotellið kann leiga fleiri hølir í bygninginum.
? Viðvíkjandi sosialu støðuni hevur landsstýrimaðurin ikki ítøkiligar ætlanir um broytingar. Sosialráðgevari er eina ferð um vikuna á hotellinum, umframt at samband kann fáast við hann hinar dagarnar í Føroyingahúsinum.
-? Viðvíkjandi ítrivsmøguleikum eru fleiri tilboð. Harumframt verður tað framhaldandi arbeitt við at betra um ítrivsumstøðurnar. Tá leigusáttmálin um hotellið varð undirskrivaður, var ein treyt, at uttanumsøkið skuldi gerast til ein hugnaligan garð við grillplássi og øðrum.
Hetta er ikki gjørt enn, tí útleigarin hevur tekniskar trupulleikar av at tetta garðin, sum liggur oman á 1. hædd í bygninginum.
Ikki kann væntast, at hetta verður liðugt í ár, hóast Trivnaðarmálaráðið hevur mint útleigaran á lyftini.
Annars skipar Hotellið av og á fyri bingo, sjónvarp, video og playstation eru tøk, føroyskir dagar veråa hildnir, andaktir, jóla- og páskaklipp verða gjørd til hátíðirnar, umframt at onnur tiltøk verða fyriskipað.
Harafturat finst eitt ótal av tilboðum í einum stórbýi sum Keypmannahavn. Føroyahúsið, Samuelskirkjan og Kristnastova skipa javnan fyri tiltøkum. Á hotellinum verður í løtuni arbeitt við at seta á stovn eina ítrivsstovu fyri bæði kvinnur og menn, har ynskini hjá sjúklingunum eisini verða tikin við.

Onki nýtt hotel
Annars sigur Bill Justinussen, at leigumálið gongur til 2020 og tað kann koma at kosta landinum nógvna pening at siga sáttmálan upp, uttan so at útleigarin misrøkir sáttmálan.
? Harafturat tekur tað tíð at finna og flyta í hóskandi hølir so í løtuni eru ongar ætlanir um at keypa nýggj høli til Sjúklingahotellið, sigur Bill Justinussen.
Hann leggur afturat, at burtursæð frá omanfyri nevndu trupulleikum er Trivnaðarmálaráðið nøgt við umstøðurnar á Sjúklingahotellinum.
--? Kømrini eru ljós og góð. Tað sama er galdandi fyri felagshølini. Hotellið liggur mitt í býnum og tætt við Ríkissjúkrahúsið. Tað er ikki so nógv grønt øki rundanum hotellið, men Fælledparken liggur tætt við Sjúklingahotellið, sigur Bill Justinussen.