Ólavur vitjar í Fótbóltspanelinum

FM1: Ólavur Mikkelsen er nýggjur hjálparvenjari hjá Víkingi. Hann vitjar í Fótbóltspanelinum í dag

Ólavur Mikkelsen er nýggjur hjálparvenjari hjá Víkingi. Hann vitjar í Fótbóltspanelinum, sum er millum klokkan 16 og 17 í dag.

 

Fram til kappingarbyrjan ætlar Fótbóltspanelið at tosa við venjarar í øllum feløgunum í Betri deildini hjá monnum. Byrjað verður við Víkingi. Tað verður mangan sagt, at tað hendir ikki so nógv í Víkingi – annað enn hart arbeiði hvønn dag.

 

Í vetur er ein spælari komin til. Talan er um Poul Kallsberg úr Skála. Annars er talan um sama hópin, men ein broyting er í venjaratoyminum. Ólavur Mikkelsen er nýggjur hjálparvenjari.

 

Hann er fyrrverandi spælari og spældi 100 dystir í Betri deildini við Skála. Seinastu tvey árini hevur hann verið venjari hjá næstbesta liðnum.

 

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar kanst tú senda sms á 559999 millum klokkan 16 og 17.