Fyrr í dag vann føroyska U19 landsliðið ein tryggan 3-1 sigur á U17-liðnum hjá Ìslandi á Svangaskarði á Toftum, har føroyska liðið eitt skiftið var á odda 3-0.
Føroyska liðið var ikki til at kenna aftur aftaná 0-5 tapið ímóti tí danska U17 landsliðnum í gjár.
- Vit spældu ein heilt ótrúligan dyst, og innsatsurin í dag var framúr góður, staðfestir Oddbjørn Joensen.
Oddbjørn Joensen leggur eisini herðslu á, at tað hevði stóran týdning, at hann og hin venjarin hjá tí føroyska U-19 landsliðnum, Eyðun Klakkstein høvdu møguleikan at síggja tað íslendska liðið spæla ímóti Svøríki á ovara vølli í Gundadali ígjár, og at teir tískil kundu verða optimalt fyrireikaðir til uppgávuna á Svangaskarði í dag.
(Mynd: www.football.fo)