Oddagrein· Líkjast sær sjálvum

Um ein kvettir í seinasta Dagblaðið, so líkjast teir sær sjálvum. Oddagreinin líkist mest teimum, man plagdi at síggja, tá blaðstjórin var í vælmaktini fyri 15 ? 20 árum síðani. Hesuferð er tað serliga Tjóðveldið og Torbjørn Jacobsen, ið fáa toyggið

Vit hava sagt tað fyrr og siga tað enn einaferð. Torbjørn Jacobsen fær neyvan nakra premiu fyri síni diplomatisku evni, men Dagblaðið stendur einki aftanfyri í so máta. Tað er eingin loyna, at Fólkaflokkurin hevur ein rættiliga alternativan máta at tulka fría initiativið uppá. Teir tykjast eisini hava eitt nokkso avslappað forhold til landskassans ognir. Torbjørn Jacobsen fór kanska ikki heilt skeivur tá hann karakteriseraði sjálvan Fólkaflokkin og teirra vinnupolitikk ella mangul uppá sama, men hann átti at lært at vandað sær eitt sindur um orðini.

Tað er tíbetur at undirmeta fólk, tá øll skulu skerast um sama kamb sum leiðslan í Fólkaflokkinum. Trupulleikin hjá Torbjørn Jacobsen er, at hann mangan skjýtur við ov spreiddum høglum og tí rakar stórt sæð øll, sum stinga nøsina fram. Tá hann skýrir alt á økinum hjá Djurholm politiskar setanir, so ger hann seg sekan í tí, hann ákærir Fólkaflokkin fyri, nevniliga at blanda politikk upp í alt.

Tað kann ikki koma óvart á Tjóðveldisflokkin, at Fólkaflokkurin fellur aftur á gomlu slóðina. Hann er nú einaferð tann sami flokkur, hann altíð hevur verið. Tá nú friður er á ríkisrættaliga økinum, so gerast undarligu dispositiónirnar hjá Fólkaflokkinum meira sjónligar, enn tá rumbul er á ríkisrættarliga økinum. Tó eigur man at hava somikið av áliti á fólk flest, at tær ætlanir, ið kreativi parturin av Fólkaflokkinum leggur, ikki gerast veruleiki. Torbjørn Jacobsen má ansa eftir ikki at politisera alt og øll, tí kanska er hann í so dapurskygdur viðvíkjandi støðuni við tí, sum hann nevnir ?hornblásarnir hjá Djurholm?. Tjóðveldisflokkurin átti kanska at rannsakað seg sjálvan og hugsað um, hví man yvirhøvur situr í samgongu við Fólkaflokkinum, tá hann nú eftir øllum at døma er so ringur at fáast við. Skrivingin hjá Tórbjørn Jacobsen hevur í hvussu er víst okkum, at hetta verður neyvan tann einglasamgonga, sum eitt nú formaðurin í Tjóðveldisflokkinum ynskti eftir valið.

Tað skal sigast, at eitt slíkt álop, sum Torbjørn Jacobsen fekk í seinasta Dagblaðnum bendir á, at hann ikki er á heilt skeivari kós. At fáa eitt álop í Dagblaðnum er oftani eitt tekin um, at man er á rættari leið, og eigur Torbjørn at halda fram við tí, tó uttan at skjóta eftir øllum,sum rørir seg. Tað skal undir øllum umstøðum verða eini vælmeint ráð til Torbjørn Jacobsen at gevast við at undirmeta fólk, ið standa uttan fyri politisku skipanina, við at politisera alt og øll. Harafturat eigur hann í allari almindeligheit at minnast til, at tað ger einki, um man hugsar seg um tvær ferðir, áðrenn man sigur nakað, tí at ?det tænkte ord kan altid siges, det sagde ord kan aldrig ties?.

Sosialurin