ODDAGREIN: Alneyðugt við góðari marknaðaratgongd

Í blaðnum í dag frætta vit, at ES-kommiserurin, Leonard Orban á fundi við Edmund Joensen hevur sagt, at tað ber væl til at finna Føroyum atgongd til ES-marknaðin.

Kommiserurin sigur, at um Føroyar vilja knýtast tættari felagsskapinum, so ber til at finna eina smidliga skipan til hetta. Tað er sjálvandi áhugavert – og tað er eisini gott, at ein føroyskur fólkatingsmaður tekur slík mál til viðgerðar. Hvat tað merkir, at vit skulu knýtast tættari ES, er sjálvandi ein góður spurningur, men tað at ein maður á so høgum politiskum stigi innan ES skipanina, sum ein kommiserur er, sigur hetta, er áhugavert í sær sjálvum.


Vit numu við markanaðaratgongdina í eini oddagrein fyrr í vikuni – nevnd ”Einki fæst fyri einki”. Tað er júst tað, vit mugu gera okkum greitt. Vit skulu ikki á eina biddaragongd til ES ella til EFTA. Vit mugu gera okkara heimaarbeiði til lýtar, og tað er at finna út av, hvat vit vilja lata fyri hvat.


Allar samráðingar snúgva seg um at lata og um at fáa. Í Føroyum eru vit bæði so og so von við stuðulsskipanir. Seinnu árini hevur kortini gingið rætta vegin, og nú blokkstuðulsskipanin eisini verður niðurlagað um nøkur ár, standa vit fíggjarliga á egnum beinum.


Hvussu viðurskiftini verða við Danmark, fer framtíðin at vísa. Veruleikin, sum vit mugu fyrihalda okkum til, er at vit eru partur av kongaríkinum. Út frá hesum mugu vit handla.


Um Leonard Orban umboðar hugsanina hjá ES-stjórnini á hesum øki, vita vit ikki. Nógv bendir á, at hetta er eitt politiskt úttalilsi, men latið okkum nú síggja, um hetta er nakað, sum vit kunnu fyrihalda okkum til.


Tað besta, sum vit kunnu gera, er at vit fyrireika okkum væl og virðiliga. At vit velja, hvønn veg vit vilja ganga – og taka eina støðu, heldur enn alla tíðan at ríða á tveimum hestum. Vit kunnu so bert vóna, at nýggja samgongan við einum uttanríkisráð og einum uttanríkisráðharra, fer at leggja stóran dent á hetta.


Okkara niðurstøða er enn sum áður, at vit fáa einki fyri einki. Vit mugu taka støðu til, hvat vit vilja lata, og so handla út frá tí. Einki er so vist sum tað, at góð marknaðaratgongd er grundarsteinurin undir allara vælferð føroyingar.