Obama klárt á odda undan dystinum í nátt

Í nátt verður annar sjónvarpsdysturin millum amerikonsku forsetavalevnini, og nú má John McCain spenna seg út

Eru meiningakanningarnar eftirfarandi, er Barrack Obama rættiliga klárt á odda í amerikanska forsetavalstríðnum undan sjónvarpsdystinum, sum verður í Nashville í nátt.

Ein kanning, sum CNN kunngjørdi tíðliga í morgun, vísir, at var forsetavalið nú, hevði Obama fingið 53 prosent av atkvøðunum, og McCain hevði fingið 45. Ein tilsvarandi kanning hjá CBS gevur teimum báðum ávikavist 47 og 43 prosent, og í einari kanning hjá NBC fáa teir 49 og 43 prosent.

Politiskir eygleiðarar í USA siga, at allar kanningarnar vísa, at munurin millum tey bæði valevnini økist í hvørjum undan sjónvarpsdystinum í nátt. Teir halda, at tað eru fleiri orsøkir til framgongdina hjá Barrack Obama. Eitt er tann búskaparliga kreppan í USA, eitt annað er, at umdømið hjá Bush, forseta er so vánaligt sum ongantíð fyrr, og ein triðja orsøk er, at Sarah Palin er ikki so væl umtókt longur.