www.industry.fo
Tann norski fóðurfaktorurin er lægri enn føroyski fóðurfaktorurin. Tað merkir at norskir alararar brúka minni fóður til at framleiða eitt kilo av laksi við enn føroyskir alarar brúka. Í miðal hevur norska alivinnan brúkt 10 prosent minni fóður fyri teir seinastu fýra árgangirnar.
Hetta vísir ein kanning hjá Rúna Dam í partafelagnum Avrik.
Orsøkirnar til munin á norskum og føroyskum fóðurfaktori kunnu verða fleiri. Ein orsøk er at norskir alarar eru neyvari í fóðringini, og sostatt verður fóðrið etið ístaðin fyri at detta á botnin. Ein onnur orsøk er at norskir alarar leggja seg eftir at brúka fóðursløgini við bestu og dýrastu rávøruni, afturímóti føroyskum alarum, sum nærum bert fara eftir so lágum prísi sum gjørligt. Norskir alarar hava verið á-lagdir at fylgja fóður-kvotum síðani 1997, og tí hava teir lagt seg eftir at ansa eftir at fóðrið er fyrstafloks, og at fóðringin er sera neyv.
Føroyskir alarar trúgva ikki uppá at tað dýrara fóðrið gevur betri vøkst-ur, og tí verður tað bíligara fóðrið nýtt. Eisini kann hugsast, at føroyskir alarar hugsa meira í vøkstri enn í neyvleika viðvíkjandi fóðring.
Rúni Dam sigur at føroyskur laksur veksur skjótari enn norskur um tikið verður hædd fyri ljósi og hita. Laksur etur bert um dagin og veksur skjótari í heitum sjógvi. Um munurin í dagalongd og hita ímillum Norra og Føroyar verður tikin burtur, vísa tølini at laksur veksur skjótari í Føroyum enn í Norra.
Fellið er eisini væl hægri í Føroyum enn í Norra, hetta bæði teir fyrstu tríggjar mánaðarnar og eftir tríggjar mánaðir. Hetta ger at úrslitið verður verri og framleiðslu kostnaðurin per kilo hækkar.