Norsku hondbóltskvinnurnar hava vunnið seg víðari til fjórðingsfinaluna í HM-endaspælinum, sum er í Danmark í hesum døgum.
Noreg vann ein tryggan 28-22 (15-10) sigur á Týsklandi í dystinum, sum var spældur í Frederikshavn. 33 ára gamli veteranurin Heidi Løke gekk undan í sigrinum við níggju málum, og hon fær toppummæli í øllum norskum ítróttarmiðlum í kvøld. Kari Grimsbø í málinum stóð eisini ein góðan dyst, og tók nógv skot.
Norski landsliðsvenjarin, íslendski Thórir Hergeirsson hevði hesi orð at siga um Heidi Løke: - Hon er eitt menniskja, men hon er eisini ein maskina.
Noreg møtir vinnaranum av dystinum Montenegro-Angola í fjórðingsfinaluni. Umframt Noreg vunnu Danmark, Rumenia og Niðurlond seg víðari til fjórðingsfinalurnar. Niðurlond vunnu ein knúsandi 36-20 (17-6) sigur yvir Serbia.