Norðurkorea kann gera kjarnorkuvápn

Ein amerikanskur kjarnorkuserfrøðingur, sum hevur verið í Norðurkorea, sigur, at norðurkoreanar eru førir fyri at gera kjarnorkuvápn. Siegfried Hecker var á einari kjarnorkustøð í Norðurkorea í síðstu viku, og har sá hann fleiri hundrað sentrifugur, sum verða brúktar til at ríka uran við.

Kjarnorkuserfrøðingurin sigur við The New York Times, at hann var skelkaðar av tí, sum hann sá, og at hann hevur kunnað Hvítu Húsini.

Norðurkoreanar siga, at umleið 2.000 sentrifugur eru á støðini, sum Siegfried Hecker slapp at vitja. Einki verður sagt um, hvar í landinum støðin er. Sambært Hecker var støðin útgjørd við teirri mest framkomnu útgerðini.