Niðurlendska farmaskipið má bjargast í kvøld

Í Noregi stúra tey fyri, at Eemslift Hendrika fer at reka á land um ikki so nógvar tímar, um skipið ikki verður tikið upp á sleip í kvøld ella í nátt.

 

 

- Málið er at byrja at sleipa niðurlendska farmaskipið Eemslift Hendrika innan fáar tímar, tí vandi er fyri, at skipið rekur á land um einar 10-12 tímar, sigur Hans-Petter Laahne Mortensholm, sum starvast innan Kystverket í Noregi.

Kystverket hevur savnað allar kreftir í einum átaki móti einari møguligari oljudálking, nú niðurlendska farmaskipið - mannleyst - framvegis rekur fyri vág og vind úti á havinum. Hetta merkir, at tilbúgvingin bæði á landi og sjónum er klár.

- Vit halda ikki, at vit kunnu bíða longur. Tískil hava vit fingið eina bjargingartyrlu úr Florø, sum nú skal seta fólk niður á farmaskipið. Kemur skipið móti landi og rennur seg fast, verður tað í økinum kring Stadlandet.

Hans-Petter Laahne Mortensholm sigur, at tað er ikki vist, at skipið kemur at reka á land, tí útrokningarnar um, hvar skipið endar, eru so ymiskar. - Men, vit ynskja ikki at taka nakran kjans.

Hann leggur aftrat, at váðametingar eru gjørdar av trygdini hjá bjargingarfólkunum, sum skal setast niður á farmaskipið, og Hans-Petter Laahne Mortensholm sigur, at sambært metingunum er vandin eftir øllum at døma lítil.

Umborð á Eemslift Hendrika eru 350 tons av tungolju og 50 tons av dieselolju.

Tað seinasta nýggja um niðurlendska farmaskipið er, at tyrla nú hevur sett fólk niður á skipið, men stjórin í Kystverket, Einar Vik Arset, sigur við norska kringvarpið - NRK - beint nú, at náttarmyrkrið er ein avbjóðing, men teir hava útgerð til tær umstøður, sum eru.