Neyðugt við javnvág í mentanarstuðli

? Stuðla vit einum tiltaki við nógvum pengum, verður minni til onkran annan. Tí er tað ein spurningur um at finna eina hóskandi javnvág í tí stuðlinum, sum vit lata mentanarlívinum, sigur Jórun Høgnesen, nýggjur formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð

 

Klaksvík: Komandi fýra árini verður tað ein kvinna og útbúgvin lærari, sum skal standa á odda fyri mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði.

Jórun Høgnesen, sum varð vald í býráðið fyrstu ferð, tá val var í november, hevur fingið mentanarliga álitissessin í Klaksvík.

? Uppgávan hjá mær, nevndini og býráðnum annars er at skapa karmar fyri tí mentanarliga virksemi, sum er í býnum. Mentanarlívið hevur týdning fyri trivnaðin í býnum, sigur Jórun Høgnesen.

Borgarliga starv hennara er í kommunala Ósaskúlanum, har hon er lærari. Hon hevur eisini fingist við politikk í nevndini fyri Norðoya Tjóðveldisfelag, men hetta er fyrstu ferð, at hon rættiliga sleppur at royna seg í býráðspolitikki.

? Eg eri sera spent at sleppa at royna meg, og eg kenni meg longu væl móttikna í býráðnum. Eg ætli mær at gera alt fyri, at mentanarlívið fær so góð kor sum gjørligt, sigur tjóðveldiskvinnan.


Skúlabetringar

Jórun Høgnesen heldur, at samanspælið millum mentanarlívið og onnur umráði í samfelagnum er av týdningi.

? Mentanarlívið hevur tað gott, um vinnulívið hevur tað gott. Og vinnulívið hevur eisini brúk fyri, at mentanarlívið hevur tað gott, tí fólk skulu trívast í býnum. Í býráðspolitikkinum mugu vit taka hædd fyri báðum økjunum, sigur Jórun Høgnesen.

Eitt av økjunum hjá mentanarnevndini er samstundis heimavøllurin hjá Jórun Høgnesen ? skúlin.

? Seinastu árini hevur ein umbyggingarætlan verið í gongd í skúlanum á Ziskatrøð, og hendan ætlan heldur fram. Vit eiga eisini at fáa gongd í arbeiðið at betra um umstøðurnar hjá skúlanum við Ósánna, tí har er tørvur á bæði betri plássi og betri umstøðum annars, sigur hon.

Eitt annað skúlamál, sum býráðið í Klaksvík verður noytt at gera nakað við komandi árini, er serskúlin, sum í løtuni heldur til í gamla skúla í Klaksvík. Serskúlin hevur brúk fyri nógvum hølum, og í løtuni hevur serskúlin ikki tað plássið, hann hevur fyri neyðini.


Hugsa um tey smáu

Nýggi formaðurin í mentanarnevndini heldur, at smáu feløgini í býnum skulu hava umstøður at virka undir.

? Tey stóru feløgini duga at gera vart við seg, men vit mugu eisini hugsa um tey mongu smáu feløgini av alskyns slagi, sum gera eitt stórt arbeiði í býnum. Tey mugu fáa eina hjálpandi hond frá okkum, sigur Jórun Høgnesen.

? Tað eru ymiskir møguleikar hjá kommununi at stuðla, men eisini á hesum øki er neyðugt við eini raðfesting og langtíðarætlan.

Tað eru nógv ymisk mentanarlig tiltøk í Klaksvík, sum høvdu verið fegin um størri stuðul frá kommununi, men pengarnir í kommunukassanum eru ikki óavmarkaðir, hóast tíðirnar eru góðar, og tí fáa øll ikki tað, tey kundu hugsa sær.

? Vit skulu eisini gera okkum greitt, at stuðla vit einum tiltaki við nógvum pengum, so verður minni til onkran annan. Tí er tað ein spurningur um at finna eina hóskandi javnvág í tí stuðlinum, sum vit lata til mentanarlívið, sigur Jórun Høgnesen.


Hendir nógv á ítróttarøkinum

Mentanarnevndin hjá Klaksvíkar býráð tekur sær eisini av ítróttarmálunum í kommununi, og har er nógv á skránni.

Fótbóltsvøllurin, sum Klaksvíkar Ítróttarfelag fyrst og fremst ger nýtslu av, hevur ikki riggað, sum ætlanin var, tá graslíkið var skift fyri tveimum árum síðani.

Klaksvíkar kommuna hevur síðani stríðst fyri at fingið nýtt graslíkið, og drúgvu samráðingarnar við Polytan endaðu herfyri við eini semju, sum førir við sær nýtt graslíkið til Klaksvíkar.

? Tað verður gott at gera enda á hesum málinum, tá vit skifta graslíkið í summar, sigur Jórun Høgnesen.

Arbeiðið við nýggja skýlinum við fótbóltsvøllin lýður væl, og skýlið skal eftir ætlan takast í brúk í vár.

Eisini grannin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, svimjihøllin, stendur fyri stórum umbyggingum.

? Tað kemur illa við, at svimjihøllin skal steingjast í nógvar mánaðir, meðan umvælingar verða gjørdar, men hesar umvælingar eru neyðugar, um vit yvirhøvur skulu hava nakra svimjihøll í Klaksvík.

? Tað er eyðkent fyri Klaksvík, at her kemur ikki verulig gongd í eitt mál, fyrr enn ein tørvur er átrokandi og akuttur. Soleiðis er til dømis við svimjihøllini.

Ein brúkarabólkur hevur viðgjørt umbyggingarnar av svimjihøllini og er komin við tilmæli, sum Jórun Høgnesen lovar verður gjøgnumarbeitt í mentanarnevndini.


Problembarnið Atlantis

Eitt tað fyrsta mentanarmálið, sum Jórun Høgnesen fór í holt við, tá hon gjørdist býráðslimur á nýggjárinum, var málið um mentanarhúsið Atlantis.

Sosialurin kundi í síðstu viku greiða frá, at ein semja er gjørd millum partarnar í málinum, so at húsið kann lata uppaftur, og nú eru tað fyrst og fremst tey løgfrøðisligu viðurskiftini, sum skulu fáast upp á pláss.

? Tað er stórt spell, at slíkt hús sum Atlantis ikki verður brúkt til fulnar. Farna býráð kom væl ávegis við at loysa málið, og nú ætla vit at gera enda á tí. Partarnir eru komnir ásamt um, hvussu trupulleikarnir skulu loysast og hvussu húsið skal skipast framyvir, og tí gongur neyvan long tíð, til Atlantis letur uppaftur, sigur Jórun Høgnesen.

Atlantis skal rekast sum sjálvsognarstovnur við stýri, sum skal taka avgerðirnar viðvíkjandi húsinum. Stýrið skal eisini avgera, um leiðari skal setast í húsinum aftur, og hvussu virksemið í húsinum skal skipast.

Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur alt sítt virksemi í húsinum, og sjónleikurin fer eisini framhaldandi at hava innivist í húsinum, men greiða skal fáast á øllum viðurskiftum millum Atlantis og Sjónleikarfelagið, so talan veruliga er um tvey ymisk feløg.

Jórun Høgnesen roknar við, at Atlantis kann lata upp um ein mánað ella tveir, um alt gongur eftir vild komandi vikurnar.


Dansistaðið hvarv

Fyri góðari viku síðani lat dansistaðið Lognbrá aftur, tí hølini vóru tikin frá dansistaðnum.

Lognbrá hevur hildið til í KÍ-høllini síðani miðskeiðis í 80?unum, og undan Lognbrá var eisini dansur á sama staði líka frá miðskeiðis í 70?unum. Men nú er einasta dansistaðið, har ung undir 18 ár sleppa inn, afturlatið, og í hesum sambandi hevur okkurt skotið verið til kommunalu myndugleikarnar.

? Aðrastaðni blandar kommunan seg ikki upp í, hvussu dansiviðurskiftini eru, tí hetta er vanligt eitt mál fyri tey, sum hava hug at reka eitt dansistað. Men kommunan eigur at hjálpa til, um tað er gjørligt, við at finna teimum ungu eitt dansistað, sigur Jórun Høgnesen.

? Tá vit tosa um Lognbrá, eru tað fyrst og fremst hølisviðurskiftini, sum skapa trupulleikar. Tað er ómetaliga ringt at finna hóskandi høli til eitt slíkt dansistað, og eg kann eingi lyfti geva til nakran um, at kommunan kann finna eini høli. Men vit eru sinnað at verða við í eini loysn, sigur Jórun Høgnesen.

Tónleikabólkar í Klaksvík gremja seg um vánalig venjingarviðurskifti, og hetta er eisini nakað, sum mentanarnevndin ætlar sær at tosa um ? helst í sambandi við dansiviðurskiftini.