Nevndarábyrgd

Á sjútiáradegnum fyri bretsku hersetingina av Føroyum hevði Landsverk framløgu av úrslitunum av teimum veðurfrøðiligu kanningum, sum teir hava gjørt av hvar best er at gera ein altjóða flogvøll í Føroyum.

Úrslitið er fullkomuliga greitt.
Veðurfrøðiliga sæð er Kirkjubøur besta stað, vit kunnu fáa í Føroyum til flogvøll.
Harumframt er tað eisini bert her, ein flogvøllur kann gerast, sum er so mikið langur og breiður, at hann kann nýtast av øllum heimsins flogførum.
Landsverk er ein almennur myndugleiki, og tað hesin stovnur sigur, er av allarstørsta týdningi, tá avgerðir skulu takast.
Tíbetur er einki, ið forðar fyri, at tey ráð, Landsverk her gevur, verða fylgd.
Jarðareigarin er Føroya Jarðarráð, og tað er bert ein formligur spurningur at fáa jørðina til eitt so gott endamál sum hetta.
Tann myndugleiki, sum fæst við flogvøllin í Føroyum er eitt partafelag, sum hevur navnið Vága Floghavn.
Nevndin í hesum felag hevur sjálvandi sum allar aðrar partafelagsnevndir skyldu til at taka tær røttu avgerðirnar í einum og hvørjum føri.
Higartil hevur ivi verið um, hvørt tað er rætt at gera flogvøll Føroya aðra staðni enn í Sørvági. Tí hevur nevndin í hesum felag gjørt sáttmála við eina fyritøku um at leingja verandi flogvøll.
Men nú vísir tað seg, at grundarlagið fyri avgerðini er skeivt. Partafelagið fær ov lítið burtur úr íløguni, sum talan er um at gera, og tí er bert ein leið, og tað er at broyta avgerðina um at útbyggja á skeivum stað.
Tað hevur verið ført fram, at tann umhugsaða útbyggingin er bíligari enn tann rætta loysnin.
Landsverk vísir á, at ein flogvøllur í Kirkjubø kostar 900 milliónir. Hetta var ein meting í 2006, tá allir prísir vóru nógv hægri enn í dag. Tann áhugaverdi spurningurin nú er: Hvat kann byggifyritøkan, sum vil byggja út í Sørvági fyri 132 milliónir, gera ein samsvarandi 1799 metra vøll í Kirkjubø fyri? So skal meirupphæddin fáast til vega, og tað verður ikki torført, tí tað er altíð lættari at fíggja eina góða verkætlan enn eina sum almennir myndugleikar siga vera verri.
At taka slíkar avgerðir er nakað sum nevndir í partafeløgum hava skyldu til, og neyvan er nøkur orsøk til at halda, at nevndarlimirnir fara at sníkja seg undan síni ábyrgd.