Nólsoyingar fáa Ternuna aftur um eina viku

Nólsoyingar mugu sláa seg til tols við Jósup í eina góða viku afturat

Gongst sum ætlað verður nólsoyarferjan, Ternan klára at seta í sigling aftum um eina viku, ella næsta mikudagin 9. november.

 

Tað sigur Strandferðslan í dag.

 

Ternan hevur til umvælingar, men tá ið hon skuldi setast í sigling aftur, vísti tað seg, at tann eini eykaluturin var skeivur.

 

Sostatt skal hann sendast aftur til veitaran, og Strandferðslan sigur á heimasíðuni, at tað verður eftir ætlan sunnukvøldið, at tann rætti eykaluturin kemur til Føroyar.

 

Strandferðslan sigur, at veitarin hevur átikið sær skyldina fyri mistakið, men gongst sum ætlað verður arbeiðið gjørt mánadagin og týsdagin.

 

Síðani verður Ternan royndarsigld mikudagin og gongur alt sum tað skal, verður hon sett í rutusigling mikukvøldið 9. novermber.

 

Ímeðan røkir Jósup nólsoyarsiglingina og frá í dag, 1. november, hevur hann loyvi til at føra 45 ferðafólk, sigur Strandferðslan.