Suðuroyarsiglingin
Nú sær út til, at glið av álvara kemur á aftur arbeiðið at byggja nýggja Smyril.
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at boð nú eru komin frá leiðsluni á skipasmiðjuni, har Smyril verður smíðaður um, at trupulleikarnir á skipssmiðjuni, eru loystir.
Tað hevur annars verið stór óvissa um framtíðina hjá skipasmiðjuni og hevur ført til, at arbeiðið upp á nýggja Smyril at kalla hevur ligið stilt, ella í besta føri hevur verið illa skert í alt heyst.
Trupulleikin hevur verið, at IZAR skipasmiðjusamtakið, sum eigur skipasmiðjuna, sum smíðar Smyril, hevur verið ein samanblandingur av almennum og privatum. Summar skipasmiðjur hava smíðað herskip og aðrar hava smíðað vanlig skip, og ES kom fyrr í ár til ta niðurstøðu, at stuðul var ólógliga fluttur frá smiðjunum, sum bygdi herskip, til smiðjur, sum bygdi vanlig skip.
Sostatt bar til at smíða vanlig skip bíligari enn annars og tað var kappingaravlagandi og í stríð við ES reglar.
Tí dømdi varð samtakið dømt at betala eina risa upphædd í bót, umframt at kravt varð, at skilnaður varð gjørdur ímillum tær ymsu skipasmiðjurnar.
Tað førdi til órógv. Eitt nú var upp á tal, at lata skipasmiðjur aftur, eitt nú ta í San Fernando, har Smyril verður smíðaður.
Tað góðtók arbeiðsfólkð ikki og fór í verkfall og síðani hevur ruðulleiki valdað og byggingin hevur at kalla ligið still.
Einaferð varð en avtala fingin ílag, men hana vrakaði ES og so var sama støða aftur.
Nú er so aftur ein nýggj avtala gjørd og Skipasmiðjan hevur boðað Strandferðsluni frá, at hesuferð er hon hjørd í samráð við ES, so at tað skuldi ikki verið nakað í vegin fyri at hon verður góðkend.
- Boðini, vit hava fingið, er, at IZAR samtakið nú er býtt í tvey, ein part, sum byggir herskip og ein part, sum byggir vanlig skip.
Skipasmiðjurnar, sum byggja herskip, eru beinleiðis almennar.
Hinar skulu einskiljast.
Skipasmiðjan í San Fernando, sum byggir Smyril, verður ein almenn skipasmiðja og hon hevur fingið ordrar upp á 14 herskip.
Sostatt er arbeiðið tryggjað á skipasmiðjuni í nógv ár fram í tíðina.
Sanmstundis hevur arbeiðsfólkið á skipasmiðjuni góðtikið at taka arbeiðið upp á nýggja Smyril uppaftur í tveimum vaktum.
Sostatt skuldi rættilig ferð aftur komið á arbeiðið.
Kristian Davidsen sigur, at tær ábendingar, hann hevur fingið, er, at tað verður frá árskiftinum at rokna, at arbeiðið í tveimum vaktum verður tikið uppaftur.
Fyribils er ásett, at nýggi Smyril skal handast Strandferðsluni 18. apríl, men kanska kemur ein nýggj tíðarætlan, tá ið alt er komið í fult sving aftur.