Nýggja hús í Hoydølum

Tað er ein syndarlig sjón at síggja yvir á toftirnar av “Nýggja húsi”, gentukostdeildini, í Hoydølum, sum brann í grund.

Sum nærmasti granni til skúlan, við einastu koyrileið at húsum gjøgnum skúlatúnið, orki eg ikki at ímynda mær støðuna, um eldsbrunin hendi ein vanligan skúladag, í vanligari skúlatíð.

Hesa tíð á degnum hevði ikki verið hugsingur um hjá sløkkiliðsbilum og sjúkrabilum at sloppi framat.

 

Orsøkin til, at vegagerðin eftir fløtuni varð steðga, segðist vera, at tað fór at skemma tað náttúruvakra umhvørvið, men hevði vilja illa til, kundi dalurin skjótt verið broyttur til ein sorgardal.

 

Vónandi ringir ein klokka hjá teimum, sum ikki kunnu semjast um vegagerðina, at fáa hetta arbeiðið tikið upp aftur alt fyri eitt.