Beinta Johannesen, blaðstjóri á Strok sigur við Sosialin, at nýggja heimasíðan er ætlað sum eitt ískoyti til blaðið, og at hon sostatt ikki er ein endurgeving av blaðnum.
- Við Stroknetinum, sum síðan eitur, ber til at koma við feskum tíðindum til børn og ung. Framleiðslutíðin av blaðnum er so mikið long, at lítið virði er í nýggjheitunum, sigur Beinta Johannesen. Og hon greiðir víðari frá, at tey eisini hava ein 'event-kalendara' har tiltøk og annað fyri børn og ung verða lýst.
- Kalendarin fer vónandi at vera 'staðið' fyri børn og vaksin, sum skipa fyri ella vitja tílík tiltøk, sigur Beinta, sum eisini vísir á, at heimasíðan ikki er heilt liðug enn, men verður liðug aftaná nýggjár.
Gløggi Blobb og Meyla & Knøttur fara at hava sín egna heim á Strokanetinum. Blobb fer
at siga frá ymiskum forvitnisligum innan náttúruvísind, og Meyla og Knøttur fara at siga frá tí, sum tey takast við, umframt Meyla & Knøttur Spøl, og at Blobb og Meyla hava ein spurnarkassa.
Beinta sigur, at heimasíðan sjálvandi eisini er ætlað sum eitt mótspæl til útlendskar síður til børn og ung.
- Endamálið við Strok er jú at geva føroyskum børnum gott tilfar á føroyskum, sigur hon, og avdúkar, at nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari, ið er skipaður sum ein spurnarkapping, við einum spurningi hvønn dagin fram til jólaaftan.
- Har eru børn inni og svara alt samdøgri og har eru nógvir góðir vinningar at vinna, lovar Beinta, sum er blaðstjóri á sera væl umtókta og nýliga nútímansgjørda barna- og ungdómsblaðunum Strok, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út.