STUDENTSPRÓGV: Sluttspurturin á Kambsdali endaði við einum 10 tali í alisfrøði, og 19 ára gamli nýføroyingurin, Aljosa Sarcevic, sum hevur búð seks ár í Føroyum, er glaður fyri tíðina á Studentaskúlanum í Eysturoynni.
- Her ganga nógv ymisk fólk, vit koma úr fleiri ymiskum bygdum, tosa ymiskt og hava ymiskar áskoðanir. Skúlin er so lítil, at vit koma øll hvørjum øðrum við, og tí havi eg lært nógv um toleransu av at ganga her.
Ungi studenturin sigur smílandi, at um onkur í klassanum hoyrir hetta, fara tey sikkurt at flenna.
- Eg eri ikki so lættur og haldi ofta fast um mítt, men eg havi lært ótrúliga nógv av at ganga her, serliga um at skilja onnur menniskjur, sigur ungi maðurin, sum er føddur í Bosnia og uppvaksin í Serbia.
Tað ljóðar kanska løgið, at ein drongur úr Jugoslavia heldur, at ein føroyskur studentaskúli hevur nógvar ymiskar mentanir, men sambært Aljosa, so vóru øll meira líka, har hann kom frá.
- Skúlagongdin í Serbia er nógv meira merkt av harðari disiplin. Lærarin hevur valdið, næmingarnir terpa, og tú lærir at innordna teg. Her er tað meira frítt, fólk tora betur at vera tey, sum tey eru, heldur Aljosa Sarcevic.
Stríðið í Balkan herjaði, meðan Aljosa Sarcevic var smádrongur. Hann minnist ongar ræðusøgur, men heldur tó, at kríggið hevur ávirkað hann.
- Eg minnist einaferð ein bumba brast tætt við, har sum eg og nakrir aðrir dreingir spældu kurvabólt. Men vit flentu bara og spældu víðari. Hetta var, tá NATO bumbaði Serbia. Eg haldi, ein verður eitt sindur kaldur av at vaksa upp í slíkum umstøðum.
- Tá eg hugsi aftur á slíkar løtur og hugsi um, hvussu tætt eg var deyðanum, fáa dagligu trupuleikarnir minni týdning. Eg yvirlivdi hatta, so yvirlivi eg eisini eina studentsroynd, sigur Aljosa Sarcevic flennandi.
At vera útlendingur
Aljosa kennir seg sum føroying. Hann hevur tvær ferðir verið og ferðast í Serbia, men har kennir hann seg nú fremmandan.
- Eg skilji ikki fólkini har niðri. Tá eg fari í býin her, kann eg práta við øll og vera náttúrligur. Har niðri gongur tað ikki at vísa, hvør tú ert. Tú skalt lata sum um og halda teg vera.
- Eg haldi eisini at fólk í Serbia eru nógv meira strongd. Tað er ein spenningur í luftini alla tíðina. Tey hava eitt nógv strævnari lív, og støðan gerst verri og verri fyri hvønn dag. Inntøkurnar minka, meðan tað gerst dýrari at liva.
Men hóast hann er hundrað prosent føroyingur, so er hann eisini altíð tilvitandi um, at hann er eitt sindur uttanfyri ella øðrvísi.
- Mamma segði við meg, áðrenn vit komu, at eg mátti ansa serliga væl eftir, hvat eg gjørdi og segði. Sum tilflytari mást tú alla tíðina ansa eftir, hvørja fatan onnur hava av tær. Um børn argaðu meg og høvdu hug at berjast, var eg noyddur at royna ikki at siga nakað, at lata sum onki og bíta tað í meg.
Ímyndaði sær sól og strendur
Aljosa Sarcevic var 13 ára gamal, tá hann flutti til Føroya. Pápin hevði tá spælt hondbólt í felagnum Tjaldri í eitt ár, og í 2001 fluttu hann og mamman aftaná.
Aljosa er føddur í Bosnia, men familjan flutti til Serbia, tá hann var heilt lítil. Hetta var beint áðrenn jugoslaviska borgarakríggið breyt út. Familjan flutti nógv runt, millum annað tí pápin skifti hondbóltslið.
Hvat ímyndar ein stórur smádrongur sær, tá foreldrini siga at hann skal flyta til eitt land, sum eitur Faroe Islands? Aljosa Sarcevic minnist, at hann beit merki í orðið ‘islands’. Ein oyggj var eitt stað við nógvum strendum, nógvari sól, og góðum møguleikum at fiska. Tað ljóðaði spennandi.
So kom hann til Runavíkar, og hóast har hvørki vóru nógvar strendur ella nógv sól, fall hann skjótt til.
- Eg var væl móttikin. Eg fekk bjóðað eykatímar í føroyskum, og lærarin, Jens Dalsgaard, hjálpti mær ótrúliga nógv. Nýggju vinmennirnir, sum eg fekk, stuðlaðu mær eisini við bara at tosa føroyskt. Og eftir trimum mánaðum dugdi eg føroyskt nóg væl til at klára meg.
Ongan útlongsul
Í dag stendur ungi runavíkingurin á gáttini til eitt nýtt kapitul. Hann hevur søkt til Danmarkar og Skotlands og er sloppin inn at lesa fysik í Aberdeen. Men hjá honum er tað eitt sindur roksutari at fara uttanlanda at lesa, enn tað er hjá øðrum ungum føroyingum.
- Eg havi búð í Føroyum í seks ár og havi tí ikki fast uppihaldsloyvið enn. So nú havi eg ein advokat, sum kannar, hvat hendir, um eg flyti til Keypmannahavn ella Aberdeen, og hvussu dýrt tað verður at lesa.
Aljosa Sarsevic hevur ongan hug at útseta lesturin, men vil sleppa víðari skjótast gjørligt. Og tá hann er liðugur, ætlar hann sær heim aftur til Føroya.
- Hetta er tað nærmasta eg komi einum heimstaði, sigur hann.
Nógv av vinfólkunum í studentaskúlanum fara út at ferðast, men tað hevur ungi nýføroyingurin ongan hug til.
- Eg havi sæð nokk av verðini, og eg havi onga romantiska ímynd um, at verðin kann gerast eitt gott stað fyri øll. Kanska er tað tí, at eg eri uppvaksin í Jugoslavia, men eg trúgvi ikki, at eg kann broyta verðina. Eg taki hvønn dag, sum hann kemur, og royni at liva mítt lív so gott, sum eg kann, sigur Aljosa Sarcevic at enda.