Nú er óvissa sádd um ætlanina at lata apotek upp í miðbýnum í Havn.
Í gjárkvøldið skuldi Tórshavnar Býráð eftir ætlan samtykkja at lata Apotekið lata eina deild upp í veghæddini í gamla bygninginum hjá Føroya Banka í Niels Finsensgøtu í miðbýnum.
Men tað var av ongum, tí eftir øllum at døma er ein misskiljing íkomin ímillum Apotekið og býráðið.
Tað hevur annars leingi verið tosað um at fáa apotek í miðbýin og nakað síðani frættist, at avtala varð gjørd ímillum Býráðið og Apotekið.
Síðani hevur verið arbeitt við einum leigusáttmála, har býráðið staðfestir, at Apotekið hevur áhuga í at lata upp útsølu við apoteksvørðum í miðbýnum. Í fyrsta umfari verður ikki talan um receptvøru, men kann hetta koma uppá tal seinni.
Í hesum sambandi skuldi Apotekið leiga slakar 52 fermetrar í veghæddini í bankabygninginnum, umframt góðar átta fermetrar til goymslu. Leigan skuldi vera 1.000 krónur fyri fermeturun um árið hølið í veghæddini og 500 krónur fyri meturin av goymsluhøli. Annars skuldi talan vera um eitt 10 ára leigumál, sum tó kundi leingjast, men har Apotekið kundi siga leigumálið upp við eitt árs freist. Hinvegin kundi býráðið ikki siga sáttmálan upp.
Men síðani hevur Apotekið víst á, at tað var kommunan sum vildi hava Apotek í miðbýnum.
- Síðani hevur verið samráðst út frá teirri fortreyt, at kommunan hevur ein áhuga í, at Apotekið letur upp eina útsølu í miðbýnum, tí mett varð, at hetta kundi geva eitt ískoyti til virksemið og trivnaðin í býnum, sigur Apotekið.
Apotekið sigur, at talan skuldi vera um eina royndartíð í eitt ár, har hølini skuldi vera ókeypis, og so skuldi ein eftirmeting skuldi síðani gerast um eitt ár.
Sostatt fekk býráðið ikki avgreitt málið í gjárkvøldið, men mátti taka tað av skrá, til fløkjan er greidd um, hvussu langur leigusáttmálin skal vera, og hvat hann skal kosta.