Nú er farið at Rapa fyri Jógvan við Keldu

Jón Ellendersen
_________________

Eg kundi kanska lati meg ugga við yvirlýsingina frá floksformanninum, Kára P. Højgaard, men við tað at Jógvan við Keldu hevur verið, og er ein maður, sum fyri mær stendur sum tann ljótasta myndin av Føroyum út móti heiminum, kann eg ikki lata vera at gera nakrar viðmerkingar.
Øll tey 14 árini, eg í hesi seinastu umbering búði í Danmørk, var bert ein persónur, sum nýtti úttalilsir sum tey, Jógvan við Keldu hevur borðreitt við teir seinastu mánaðirnar og tað er: Pia Kjærsgaard, men Pia hevur tann fyrimunin, at hon er gløggari enn Jógvan, hópin gløggari. Royn bert og lurta eftir honum tá hann fer á tingsins røðarapall: Er eitt mál ikki fløkt áðrenn, so leggi eg høvdið á blokkin fyri, at tá Jógvan við Keldu hevur viðgjørt málið er tað so fløkt, at eingin skilir eitt hakk av tí heila. Og sum Jógvan sjálvur segði um eitt av sínum egnu málum, aftaná at hann hevði viðgjørt tað á røðarapallinum: Heldur ikki eg skilji tað! Maðurin skilti ikki so frægt sum seg sjálvan og tá stendur rættiliga illa til.
At tað skuldi verða Jógvan við Keldu sum blásti í aftur rúkandi eldin frá 80unum tá Óli Breckmann gekk á odda í rasistiskari propagandu í Dagblaðnum, hevði helst fáur vantað, kanska alraminst Jógvan sjálvur, men tað er honum fyri so vítt fyrigivið tí, sum hann jú sigur, so skilir hann ikki seg sjálvan.
Tá Jógvan tók við landstýrissessinum vóru útlendingamálini komin so trygt undir land sum tey kundu og einki hóvasták var og fáir ella eingir brølarar vórðu gjørdir. Høgni Hoydal hevði gjørt eitt vælaverk og tað einasta Jógvan skuldi var, at halda seg til tær avtalur Høgni Hoydal hevði fingið í hús. Men nei! Frá fyrsta degi av traðkaði Jógvan við Keldu væl og virðiliga í køstin og skjótt vóru útlendingarnir í Føroyum lagdir fyri hatur og vórðu kallaðir arbeiðstjóvar ? eisini av Ingeborg Winther, alt Jógvani við Keldu at takka.
Men nú má tað fáa fylgjur fyri landsstýrismannin, tað kann ikki bera til at ein maður í so høgum starvi kann sleppa snikkaleysur frá beinleiðis at diskriminera hjúnini Rapa og eisini leggja tey undir at stjala lærupláss frá føroyingum.
Higartil hevur løgmaður góðtikið alt, Jógvan við Keldu hevur borðreitt við, men góðtekur hann hetta, sær tað illa út hjá javnaðarflokkinum sum knappliga eru vorðnir stuðlar rasismunnar og á sama lágmarki sum Dansk Folkeparti og Pia Kjærsgaard, le Pen og Heider, Sjirinovskij og Glistrup. Tað dugi eg illa at ímynda mær, at javnaðarfólk og ikki minst løgmaður sjálvur vil hava sitandi á sær.
Eg kann tí ikki gera annað enn at endurtaka orðini hjá egna floksformanni: Hvussu nógv sjálvmál kann ein landsstýrismaður gera, áðrenn tað fær fylgjur?
Tað Rapahjúnini hava megna er júst tað sama sum stendur föroyingum í boðið í óteljandi londum uttan at nakar skuldsetur okkum fyri at stjala lærupláss frá upprunafólki landanna. Tí er, má og skal tað vera óhugsandi, at vit föroyingar fara við útlendskum gestum á slíkan hátt. Hjúnini Rapa og allir hinir útlendingarnir í Föroyum eru so hjartaliga vælkomnir, tí allir geva teir nýggjan íblástur, ríka okkara egnu mentan við tað, at vit læra um teirra mentan og so gevur tað okkum möguleikan at vera tað, sum vit altíð hava borið orð fyri at vera: Eitt hitt gestablíðnasta fólkið í Evropu! Ikki minst suðringar, har tíanverri er vent í holuni við úttalilsunum Ingeborg Winther kom við um útlendingar í Föroyum.
Men, tað er ein uggi og tað er, at fólk ? föroyingar ? sum hugsa soleiðis um útlendingar eru óupplýst, ræðuskýtar, afturlatin og tápulig. At tað júst skuldi verða so, at hjá landsstýrismanninum í innlendismálum rökk kærleikin, gestablíðni og umsorganin ikki útum gáttina í Betesda í Klaksvík er bert spell og ring umtala hjá eini samkomu, sum eigur nógv valafólk sum hevur gjört nógv fyri landið og fólkið. Tað kann so vera, at tann dagin undirvíst var í næstakærleika har Jesus m.a. sigur, at tað, tit gera móti einum av mínum minstu, tað gera tit móti mær, ja júst tann dagin var Jógvan farin at spæla herförari yvir sínum 17 kjálkamuðum norðuri í Klaksvík.