Bæði Merkið og Dannebrog vórðu drigin í hjúnarhátt uttan fyri nýggju polistøðina í Húsagøtu til móttøkuna mánadagin. Hetta er onnur politistøð, sum bygd er til endamálið í Havn Myndirnar tók Álvur Haraldsen

Myndir: Fegnast um nýggja politistøð

Mánadagin varð boðið til mót­tøku í nýggju poli­ti­støð­ini í Havn.

Bæði Merkið og Dannebrog vórðu drigin í hjúnarhátt uttan fyri nýggju polistøðina í Húsagøtu til móttøkuna mánadagin. Hetta er onnur politistøð, sum bygd er til endamálið í Havn Myndirnar tók Álvur Haraldsen

 

 

Hóast væl er fráliðið, síð­ani løgreglan flutti í nýggju hølini, so hevur kor­on­u­støðan forðað fyri mót­tøk­uni, sum tí nú­stani varð hildin. 

 

Fútin Michael Boolsen beyð vælkomin, og  bæði Bárð­ur á Steing Nielsen, løg­mað­ur og Heðin Mortensen heils­a­ðu løgregluni eins og rík­is­pol­i­ti­ova­stin Torkild Fogde, rík­is­adv­okaturin Jan Reck­en­dorff og aðalstjórin í danska løgmálaráðnum, Johan Kristian Legarth.

 

Eftir móttøkuna var rund­vís­ing í húsinum.

 

Fjúrtan politiøki eru hjá danska politinum, har Før­oyar og Grønland eru hvør sítt øki á sama støði, sum tey 12 í Danmark, segði Torkild Fogde, ríkispolitiovasti.

 

##med2##

 

Nýggja politistøðin eru onnur politistøðin í Havn, sum er bygd til enda­mál­ið. Í 1967 varð flutt í ta tá nýggju politistøðina í Jón­as Broncksgøtu, sum var eitt stórt framstig frá tí, at løg­regl­an í Føroyum húsaðist í kjall­ar­anum í Arnes Minde í Brings­nagøtu. 

 

Men blámusoppur rak løg­regl­una úr bygninginum í Jónas Broncksgøtu í fyri­bils leigað høli. Nú hevur løg­regl­an aftur góðar um­støð­ur í bygningi, sum bygd­ur er til endamálið.

 

Tað var Tórshavnar komm­una, sum keypti bygn­ingin frá BankNordik – men seldi hann aftur, so hann til Bygningsstyrelsen, sum hevur bygt hann um til nútímans politistøð.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

Bæði Merkið og Dannebrog vórðu drigin í hjúnarhátt uttan fyri nýggju polistøðina í Húsagøtu til móttøkuna mánadagin. Hetta er onnur politistøð, sum bygd er til endamálið í Havn Myndirnar tók Álvur Haraldsen

Michael Boolsen, fúti, beyð vælkomin. Hann er sera fegin um nýggju hølini

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, roynir madrassuna í eini av teimum fýra brummunum, sum eru í nýggju politistøðini

Nýggi vaktsentralurin á Politistøðini er væl útgjørdur. Eitt nú eru so nógv myndatól í Eyst­ur­oyar­tunlinum, at tey á politistøðini kunnu fylgja við hvat hendir á hvørjum metri í tunlinum

Fleiri høvdu á munni, hvussu gott tað var, at fólk aftur kunnu hittast uttan at hugsa um koronufrásøðu

Thorkild Fogde, ríkispolitichefur, í gomlu bankaboksini hjá Før­oya Banka, sum nú er vápna- og lóðurgoymsla

Í landssynningshorninum á ovastu hædd í nýggju poli­ti­støð­ini er skrivstovan hjá fútanum, Michael Boolsen

Fremst í myndini Thorkild Fogde, sum er ríkispolitiovasti í Danmark

Heðin Mortensen helt røðu á móttøkuni. Tað var hann, sum seldi Bygningsstyrelsen gamla bankabygningin til politistøð

Listafólkini Anker Mortensen og Silja Strøm hava listprýtt nýggju politistøðina. Hendan málningin, sum man vera einar 25 fermetrar til víddar, hevur Anker Mortensen málað