Mourinho vildi knúsa Wenger sundur

Tað kemur fram í nýggjari bók, sum ein journalistur skrivar um José Mourinho

Í nýggjari bók, sum kemur út í næstum, er komið fram, at José Mourinho segði, at ein dagin ætlaði hann at knúsa Wenger sundur, tí at Wenger fanst at, at Chelsea seldi Juan Mata til Manchester United í januar 2014.

 

Tað er ongin loyna, at José Mourinho og Arsène Wenger yvirhøvur ikki dáma hvønn annan. Alt byrjaði í 2005, tá ið José Mourinho kallaði Wenger fyri ein "voyeur", sum á fronskum merkir ein, ið dámar at hyggja eftir øðrum fólki vera saman kynsliga. Síðani hevur Mourinho eisini kallað Wenger fyri "a specialist in failure".

 

Men Wenger er nú eiheldur heilt syndafríur - hvør minnist ikki, tá ið hann í oktober 2014 fór í tekniska økið hjá táverandi Chelsea-venjaranum og tók í Mourinho, tí at hann var ónøgdur við eina grova takkling, sum Gary Cahill hjá Chelsea framdi ímóti Alexis Sanchez hjá Arsenal.

 

Tað var ikki tí, at Arsenal hevði nakran dyst ímóti Chelsea fyri framman, men í januar 2014 varð Wenger spurdur um, at Juan Mata, sum tá spældi við Chelsea, varð seldur til Manchester United.

 

- Eg eri bilsin, tí at Chelsea selur ein framúr leikara til ein kappingarneyta, svaraði Wenger.

 

Hetta bleiv Mourinho so firtin og argur um, at hann kallaði Wenger, ið hevur vunnið Premier League tríggjar ferðir og FA Cup seks ferðir, ein serfrøðing í at miseydnast.

 

- Hann er ein serfrøðingur í at miseydnast. Átta ár uttan at vinna nakað steyp. Tað er miseydnað. Um eg gjørdi hetta í Chelsea og fór úr London, so hevði eg ongantíð komið aftur, segði Mourinho tá. 

 

Tað er bretski ítróttarskrivarin, Rob Beasley, ið er góður vinur við Mourinho, sum skrivar bók um umstrídda portugisan. Hann skrivar í bókini, at Mourinho kláraði ikki at lata viðmerkingar hjá Wenger fara framvið, so nakrar dagar seinni segði hann:

 

- Tá ið Wenger kritiserar Chelsea og Manchester United, tí at vit selja Mata... Ein dagin fari eg at finna hann uttanfyri fótbóltsvøllin og knúsa hann sundur, segði Mourinho sambært bretska rithøvundanum.