Misskiljing førdi til ólógligan útflutning

Delta Seafood á Tvøroyri átti slógvið, sum varð útflutt við ongari løggilding í summar, men vit vóru í góðari trúgvi, sigur stjórin

 - Tað eru vit, sum áttu slógvið, sum varð útflutt fyrst í juli í summar við ongari góðkenning.

Tað staðfestir Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood á Tvøroyri.

Men hann sigur, at tey vistu ikki betri enn at alt var í lagi og at tey sostatt vóru í góðari trúgv.

Í farnu viku hevur Sjónvarpið hjá Kringvarpinum nakrar ferðir havt eina søgu frammi um eina sending av slógvi, sum varð útflutt úr Vági, uttan at hava løggilding.

Men tann stóra gátan í øllum hesum málinum var, hvør átti slógvið og, hvør hevði flutt tað av landinum.

Nú staðfestir stjórin á Delta Seafood, at teir áttu slógvið. Tað stavar frá fiski, sum er virkaður á Delta Seafood á Tvøroyri og TG-Seafood í Hvalba og tað var Frystimiðstøðin, sum virkaði slógvi.

Teir hava ikki viljað sagt nakað alment um málið fyrrenn teir høvdu kunnað Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og tað hava teir gjørt nú.


Vildu loysa ein trpulleika

Magnus Jespersen sigur, at upprunaliga høvdu Delta Seafood og TG- Seafood eina avtalu við Føroya Fiskavirking á Tvøroyri um at Fiskavirking skuldi taka ímóti slógvinum frá teimum.

Men so varð Fiskavirking flutt til Vágs og tá blivu trupuleikar at arbeiða slógvi.

- Av tí sama bleiv slógvið ein trupulleiki hjá okkum og fyri at loysa tann trupulleikan, stovnaðu vit, saman við øðrum, smápartafelagið Frystimiðstøðin, sum síðani hevur útvega sær útgerð at virka slógv og sum heldur til í leigaðum hølum frá Faroe Cold Store í Vági.

Hann sigur, at einaferð umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna var á eftirlitsvitjan á Delta Seafood, høvdu tey tosað um ætlanina at virka slógv í Vági og tá fingu tey at vita frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, nevnda framleiðsla var ikki umfatað av matvørulógini, men vístu til eina danska kunngerð.


Í góðari trúgv

Tí hildu tey ikki, at løggilding kravdust.

- Við hesum í huga fóru vit so undir at virka slógv í Vági og samstundis vóru keyparar og kunnaðu seg um framleiðsluna, sigur Magnus Jespersen.

Hann sigur, at útfrá hesum varð eisini ein last av virkaðum slógvi í góðari trúgv avskipað fyrst í juli mánaði.

- Men aftan á kom okkara egni góðskuleiðari eftir, at løggilding kravdust fyri at virka slógv og flyta tað av landinum.

- Tað kom óvart á okkum, men vit fóru so beinanvegin undir tilgongdina at søkja um løggilding.

- Men sostatt var tað ein misskiljing ímillum Delta Seafood og Heilsufrøðilgu Starvsstovuna, sum var orsøkin til, at slógv varð virkað og útflutt uttan løggilding, sigur Magnus Jespersen.


Delta eigur ábyrgdina

Hann ásannar, at Delta Seafood hevur ábyrgdina av misskiljingini, men hann sigur, at tey síðani hava havt eitt gott samskifti við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og at løggildingin kemur í næstum.

Í hesum sambandi hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan havt nøkur nøkur krøv til Frystimiðstøðina, sum teir nú eru í ferð við at lúka og teir vænta at hava løggildingina seinni í hesum mánaðinum.

Í tíðindaskrivi í morgun staðfestir Magnus Jespersen, at hann er skelkaður av at málið, eftir hansara tykki, er lagt soleiðis fram í Kringvarpinum, at fólk kunnu sita eftir við teirri fatan, at Delta Seafood tilvitað hevur brotið lógina.

- Hvørki Delta Seafood, TG Seafood ella Frystimiðstøðin hava tilvitað brotið galdandi reglur. Talan er um eitt harmiligt mistak, sum vit á Delta hava gjørt og eisini taka fulla ábyrgd av. Vit hava eisini gjørt tað, ið krevst, fyri at mistakið ikki skal endurtaka seg, sigur Magnus Jespersen.

Hann staðfestir eisini í tíðindaskrivi, at Delta Seafood vil ikki vera partur í einum máli, sum tey tulka sum eina persónsjagstran av Johan Dahl, sum nú er landsstýrismaður, er ein av partaeigarunum í Frystimiðstøðini.

Tað, hann sipar til, er at í tíðindaflutninginm hevur tað verið nevnt, at Johan Dahl er ein av teimum, sum eigur Frystimiðstøðina.

Magnus Jespersen sigur, at Johan Dahl eigur 20% í Frystimiðstøðini og situr í nevndini, men sum vanligur nevndarlimur hevur hann sjálvandi als onki innlit í dagliga raksturin og hann afturvísir staðiliga, at Johan Dahl hevur nakað sum helst við hetta málið at gera, yvirhøvur.