Keypmannahavn: Tað eru ikki mjúk orð, tónleikaskribenturin á danska dagblaðnum Politiken hevur at bera Grand Prix kappingini, men hann hevði rósandi orð til føroyska luttakaran í kappingini.
? Sangurin hjá Pætur var klárt tann besti. Ein flott lag og framúr væl sungið og spælt. Pætur er fantastiskur, segði Erik Jensen, tá danska Grand Prixið var av leygarkvøldið.
? Tú hoyrir, at tað er dygd í sanginum hjá Pæturi. Sangurin er øðrvísi enn vanligir Grand Prix sangir, og tað ger eisini, at hann kann ikki vinna. Eg var eitt sindur kløkkur av, at sangurin kom víðari til finaluumfarið, tí tað hevði eg ikki roknað við, sigur hann.
Brúk fyri meira tíð
Erik Jensen heldur, at stilli sangurin hjá Pæturi er ikki tað slagið av tónleiki, sum plagar at vinna danska Grand Prixið. Danir vilja hava okkurt, har tað er meira lív í.
? Sangurin hjá Pæturi hevur brúk fyri eitt sindur meira av tíð, enn hann kann fáa í Grand Prixnum. Men hann blívur bara betri, og mín hugsan er, at hetta er tann besti sangurin í ár, sigur Erik Jensen.
? Pætur skal vera væl nøgdur við sítt avrik. Hann kláraði seg sera væl á pallinum, framførslan var góð, og hann gjørdi gott inntrykk.
Erik Jensen hevði annars ikki nógv positiv orð at bera danska Grand Prixnum, sum hann heldur er blivið keðiligt og vánaligt. Hesa misnøgd brúkti hann nógv pláss til í Politiken sunnudagin.
Erligt og inniligt
Maðurin, sum skrivaði vinnandi Grand Prix sangin í ár, var Michael Ronson, og honum dámdi eisini væl sangin hjá Pæturi.
? Pætur er inniligur og erligur, tá hann syngur, og tað dámar mær væl at síggja. Nógvir av sangunum tykjast at vera framleiddir til eitt ávíst konsept, men sangurin hjá Pætur virkaði ómetaliga inspireraður og erligur, sigur Michael Ronson, sum er ættaður úr Rumenia.
Í fjórðu royndini í Grand Prixnum eydnaðist tað honum umsíðir at vinna, og tað var hann sera fegin um.
? Eg haldi, at sangurin hjá mær vann, tí tað var eitt gott lag, og so var tónleikurin passaliga lívligur og spennandi. Hetta er ómetaliga stuttligt, segði glaði vinnarin.