Strandfaraskip Landsins hava sent Sjóvinnufyrisitingini skriv í sambandi við ein klagu um vantandi hvíldartíð umborð á Smyrli.
Smyril gjørdi í november mánaði og fyrst í hesum mánaðinum eykatúrar til Klaksvíkar, tí Dúgvan var til umvælingar á skipasmiðjuni í Havn.
Hetta hevði við sær meira sigling hjá Smyrli, og Sjóvinnufyrisitingin hevur fingið eina klagu um, at reglurnar um hvíldartíð hjá skipara og manning ikki vórðu hildnar undir hesi sigling.
Hesum vísir Strandafaraskip Landsins aftur.
Óhepnar skuldsetingar
Starvsfólkadeildin á Strandferðsluni hevur saman við skipsleiðsluni á Smyrli gjørt eitt yvirlit yvir arbeiðstíð og hvílitíð umborð á Smyrli. Hetta yvirlit umfatar tíðarskeiðið frá 10. til 16. november, tá nógva siglingin fór fram.
Sambært hesum yvirliti fingu skipari og manning kravdu 70 hvílitímarnar um vikuna, og tí staðfestir Strandferðslan, at ásetingarnar um hvílitíð eru hildnar undir siglingini.
- Strandferðslan metir, at tað er óheppið fyri trygdararbeiðið á stovninum, at slíkar skuldsetingar alment verða settar fram, uttan at verða grundgivnar, siga Strandfaraskip Landsins í skrivinum.