Ahmed Yassin sat í koyristóli og var næstan blindur, men hann var ein av teimum sterkastu monnunum í Miðeystri og ein tann argasti fíggindin hjá Ísrael.
Ta seinastu tíðina fekk hann altsamt størri og størri vald og ávirkan, tí alt fleiri palestinar vendu sær ímóti friðarætlanini. Undirtøka hansara vaks eisini nógv aftan á eina miseydnaða ísraelska roynd at beina fyri honum í september í fjør.
Ahmed Yassin var føddur í Palestina í 1938. Sum smádrongur var hann fyri einum óhappi, sum gjørdi hann lamnan, so hann noyddist at sita í koyri-stóli alt lívið. Men tað tók ikki stríðsviljan frá honum. Hann las á einum lærdum háskúla í Egyptalandi, men tað var ikki fyrr enn undir tí palestinska uppreistrinum í 1987, at hann veruliga gjørdi vart við seg.
Tá stovnaði hann saman við øðrum felagsskapin Hamas. Árið eftir tóku ísraelsmenn Yassin, sum fekk lívlanga fongsulsrevsing. Men í 1997 varð hann latin leysur í loysigjaldi fyri tveir ísraelskar njósnarar. Hann var sera væl umtóktur ímillum flestu palestinar, tá hann slapp úr ísraelska fongslinum, og undirtøka hansara er eisini vaksin nógv tey seinastu árini.
Ísraelsku myndugleikarnir mettu hann sum sín argasta fígginda. Tí royndu teir at beina fyri honum í september. Ta ferðina miseydnaðist tað. Í gjár eydnaðist tað so.