Í tíðindaskrivi, ið bleiv sent í dag, sigur Mærsk Supply, at vegna minkandi eftirspurning í mun til útboð í supply vinnuni, verða 20 før løgd og 400 fólk søgd upp.
Jørn Madsen, stjóri í Mærsk Supply Service, sigur, at marknaðurin hevur ongantíð verið so illa fyri og neyðugt er at tillaga felagið til umstøðurnar. - Tað er eitt óheppi stig, men neyðugt um vit skulku verja felagið, sigur Jørn Madsen.
Jørn Madsen sigur, at tey førini, ið Mærsk nú letur frá sær, fara at verða brúkt til annað endamál enn supply vinnuna, tí tað er ikki nóg mikið av arbeiðið hjá teimum at fáa.
Helvtin av bátunum verða tikin úr flotanum í ár og restin væntandi í næsta ár.
Uppsagnirnar av teim 400 fólkunum byrjar beinavegin og verður væntandi liðug í september. Mærsk Supply Service sigur í tíðindaskrivinum, at tað verða starvsfólk úr ymsum tjóðum, ið verða søgd upp.