Loksins er koyrandi gjøgnum allan Landavegin (FM1)

(FM1) Kári Andreasen, leiðari hjá Á á Landavegnum fegnast stórliga um, at vegaarbeiðið á Landavegnum í Havn loksins er liðugt

##med2##

Tað hevur tikið sína tíð, vegaarbeiðið á Landavegnum í vesturbýnum í Havn.

Men nú kunnu tey sum búgva á Landavegnum, og á síðugøtunum til Landavegin loksins anda lættan, tí nú er vegaarbeiðið loksins liðugt, og koyrandi er gjøgnum allan Landavegin.

Ein sum stórfegnast um hetta er Kári Andreasen, ið er leiðari hjá Á við Landavegin.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við Kára Andreasen. 

HER  sæst hvussu tað er at koyra eftir Landavegnum nú.

(Samrøða: Kári Andreasen, Á við Landavegin í Havn)