Løgtingsvalið: 1000 atkvøður í leysum lofti

Tað er so tvørligt hjá føroyskum lesandi at atkvøða á løgtingsvali, at tey hætta sær ikki í holt við tað, og tað má broytast

Kann Annika Olsen, landsstýriskvinna, veita vissu fyri, at tað verður lættari hjá lesandi føroyingum uttanlands at atkvøða á løgtingsvalinum seinni í ár.

 

Tað vil Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava at vita frá landsstýriskvinnuni, sum umsitur málið.

 

Møguleikarnir hjá føroyskum lesandi uttanlands, er rættiliga komin í ljósmála, nú Meginfelag Føroyskra Studenta, MFS, skipaði fyri kjakfundi í Keypmannahavn nú ein dagin, og har varð tosað um, hvussu stirvin skipanin er, tá ið útisetalesandi skulu brúka sín valrætt.

 

Gunvør Balle vísir rætt og slætt á, at sum støðan er nú, er tað so tvørligt hjá føroyingum sum lesa uttanlands, at atkvøða á løgtingsvalið, at nógv tey flestu hætta sær ikki undir tað.

 

Tí heldur hon, at tað má broytast, so at tað verður lættari.

 

Og tað er greitt, at har er okkurt at fáa, tí tað eru einir 1400 føroyingar, sum lesa uttanlands, men seinast vóru tað bara einir 500, sum skrásettu seg sum veljarar og valdu á løgtingsvalinum.

 

Hinvegin eru ongi tøl fyri, hvussu nógvir føroyingar, sum lesa í øðrum londum enn Danmark, atkvøddu.

 

Men sostatt handa einar 1000 atkvøður til løgtingsvalið í leysum lofti og Gunvør Balle, at mannagongdirnar mugu broytast soleiðis, at eisini tær koma til høldar á valinum.

 

Og tí vil hon hava at vita frá Anniku Olsen, um nøkur ætlan er um at broyta mannagongdirnar, so at tað verður lættari, og um hon kann tryggja, at tað verður lættari longu á løgtingsvalinum í heyst.

 

Gunvør Balle vísir á, at í løgtuni er skipanin so, at fyrst skal ein verða skrásettur í føroyska fólkayvirlitinum, og tað kann ein bert, um ein hevur havt bústað í Føroyum minst fimm ár, áðrenn ein flytur av landinum.

 

Síðani skal ein útfylla eitt umsóknarblað -sum ikki er lætt at finna- fyri at vera skrásettur sum veljari uttanlands, og har skal ein váttan frá lestrarstaðnum fylgja við.

 

Tá tað so er avgreitt, og tað kann taka vikur, kann tann lesandi fara inn á eina sendistovu ella kommunuskrivstovi at greiða atkvøðu.

 

- Men her skal ein tryggja sær, at sendistovan, ella kommunuskrivstovan hevur tey neyðugu skjølini klár til at greiða atkvøðu, altso listar yvir flokkar og valevni, sum stilla upp, og tað fáa tey sent beint uppundir valið.

 

- Tey, ið búgva uttanfyri Kongaríkið skulu brúka somu mannagongd, men tey skulu inn á føroyska ella danska sendistovu, ella konsulát, at greiða atkvøðu.

 

Í Meginfelag Føroyskra Studenta, hava tey skotið upp, at skipanin verður talgild ígøgnum Studna, soleiðis at fólk skráseta seg sum veljarar, tá søkt verður um ferðastuðul, ella annað.

 

Eitt annað ynski er, at Keypmannahavn verður góðkent sum eitt valstað, soleiðis at til ber at fara á føroysku sendistovuna at velja.