Tíðindaskriv
Løgmaður hevur gjøgnumgingið frágreiðingina, ið varð umbiðin í kjalarvørrinum av, at spurnartekin var sett við, um føroyska tyrlan var nóg skjót á staðnum, tá Jøkulfell kom í havsneyð í vetur. Frágreiðingin frá Det Norske Veritas staðfestir, at avgerðin um at senda tyrlu á staðið varð tikin ov seint. Harafturat staðfestir frágreiðingin eisini, at fleiri viðurskifti virka ikki nóg væl, og at hetta hevur gjørt umstøðurnar til at taka eina rætta avgerð enn verri. Tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, ið hevur ábyrgdina av tilbúgvingini á sjónum.
- Eg havi framvegis álit á landsstýrismanninum. Tað sær ikki út til, at landsstýrismaðurin hevur havt orsøk til at halda, at MRCC-støðin ikki hevur virkað til fulnar. Men eg havi givið landsstýrismanninum greið boð um, at hann skal tryggja, at MRCC-støðin og sjóbjargingarskipanin fara at virka til fulnar sum skjótast, sigur løgmaður.
- Eg eri nøgdur við, at landsstýrismaðurin hevur tikið stig til at fáa viðurskiftini í rætt lag, so skjótt frágreiðingin bleiv tøk. Men, umframt tað, sum longu er sett í gongd, fari eg av landsstýrismanninum at krevja, at samstarvsráðið og MRCC fara at fremja neyðugu ábøturnar beinanvegin, og at ein óheftur kompetentur stovnur verður settur at meta um, hvørt viðurskiftini veruliga eru fingin upp á pláss, sigur løgmaður.
- Góðskuskipanareftirlit við jøvnum millumbilum eiga at vera við okkara sjóbjargingarskipan, so at tað ikki skulu óhapp til at avdúka skipanarligar veikleikar hjá myndugleikanum.
- Tað hevur avgerandi týdning fyri eina sjófarandi tjóð sum okkara, at øll kunnu kenna seg trygg við, at bjarging á sjónum virkar til fulnar. Vanda fyri skeivum avgerðum kunnu vit ikki heilt sleppa undan. Men skeivu avgerðirnar mugu ikki henda orsakað av ov veikum skipanum, slær løgmaður fast.