Liðið hjá Gunnari Vatnhamar hevur fingið nýggjan høvuðsvenjara

Tað verður Sölvi Geir Ottesen sum tekur við starvinum sum høvuðsvenjari hjá Víkingi Reykjavík

Mynd: Víkingur

Fyri stuttum mistu Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi høvuðsvenjaran, Arnar Gunnlaugsson, id tók við starvinum sum íslendskur landsliðsvenjari.

 

Leiðslan í Víkingi hevur tikið avgerð um at seta Sölva Geir Ottesen í starvið sum høvuðsvenjari. Sölvi Geir Ottesen hevur síðani 2022 verið hjálparvenjari hjá Víkingi.

 

Sölvi Geir Ottesen hevur spælt við bæði FC Keypmannahavn og Sønderjyske í bestu donsku fótbóltsdeildini, og hann hevur eisini spælt við svenska liðnum, Djurgården. Í seks ár spældi Sölvi Geir Ottesen eisini við Víkingi Reykjavík, og nøkur kappingarár royndi hann seg bæði í russiskum og í kinesiskum fótbólti.

 

 

 

Mynd: Víkingur