Óli ger føroyingum órætt

- Tá eg las greinina hjá Óla Jacobsen, um at føroyingar eru líkasælir og ongar idealistar eiga, gjødist eg skakkur. Tað, sum eg fái at vita í mínum arbeiði uttanlands er, at tað er merkisvert, at eitt so lítið land sum Føroyar megna geva og hjálpa so nógv. Hetta sigur Absalon Matras av Norðoyri, sum í 10 ár hevur ferðast til Rumenia við hjálp

 
  
Herfyri segði Óli Jacobsen við Sosialin, at hansara royndir í Amnesty hava víst honum, at tað er sera torført at fáa føroyingar at engagera seg í veruligar trupulleikar og taka aktiv stig til at hjálpa neyðstøddum menniskjum.
Hesi orð harmast Absalon Matras um.
Í 10 ár hevur hann ferðast til Rumenia við hjálp til  neyðstødd har. Hann skilir ikki, at lopið verður soleiðis á fólk, ið meira enn nakað annað fólkaslag eru tilreiðar at hjálpa og geva.
- Tey eru mong, bæði ung og gomul, ið stuðla mær í mínum arbeiði fíggjarliga og á annan hátt. Og tað er ikki smávegis, ið fólk lata meg fáa at geva teimum fátøku har niðri, sigur Absalon.
Hann sigur, at tað er ikki bara hann, sum koyrir til Rumenia við hjálp, men eisini menn og kvinnur úr Brøðrasamkomuni, og hann heldur, at orðini hjá Óla Jacobsen má hann sjálvur standa fyri, tí tey eru als ikki veruleiki.
Hann vísir eisini á Kosovo-hjálpina fyri fáum árum síðani, sum nærum øll føroyska tjóðin stóð saman um og var við til at savna 5-6 milliónir krónur inn fyri Reyða Kross.Tá Doulos var í Føroyum fyrr í mánaðinum, fór skipið avstað aftur við fullum tangum og hópin av provianti, sum skipið fekk í gávu.
Hann sigur, at føroyingar eru serstakliga gávumildir og hjálpsamir og eiga stóra tøkk uppiborna.
- Tað kann vera, at nøkur eru, sum ynskja sær betur umstøður at ballast í, men at leggja eina heila tjóð undir líkasælu av tí orsøk er órættvíst,  sigur Absalon at enda.