Í Íslandi leita tey framvegis eftir seyði, sum kavaði undir í kavaódnini fyrr í vikuni. Í dag hava umleið 70 fólk frá bjargingarfeløgunum á Eysturlandinum og úr høvuðsstaðarøkinum leitað á leiðini við Mývatn og aðrastaðni á Norðurlandinum, meðan tey lokalu bjargingarfólkini hava fingið ein dag at hvíla seg.
Í gjár vóru umleið 250 fólk og leitaðu ymsastaðni á Norðurlandinum. Íslendska útvarpið sigur, at leitiarbeiðið er torført, tí kavin er tjúkkur, og tað ger tað ikki lættari, at tað regnar.
Enn ber ikki til at siga, hvussu nógvur seyður er deyður í stórkavanum.