Vørumessan 2002
Komandi vikuskiftið, 6.-8. september, verður árliga Vørumessan 2002 hildin í
ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Hetta er 5. ferð, at sølustevnan verður hildin í
høvuðsstaðnum, og fyriskipari øll hesi árini hevur verið firmaið,
Marknaðarføring, sum Birgir Poulsen í Saltangará eigur.
Fyrstu ferð, stevnan varð hildin, var hon á Hotel Føroyum, men seinastu trý
árini hevur hon verið hildin á Nabbi, og hetta verður so fjórða árið, at
Vørumessan verður í ítróttarhøllini á Hálsi.
Sosialurin hevur skift orð við fyriskiparan og spurt hann, hvussu sølustevnan
upprunaliga kom í lag.
Undir einum taki
Birgir sigur, at um heystarnar plagdu heilsølur hvør sær at ferðast út á
hotellini og aðrastaðni og sýna fram sýnar vørur. Hetta var serliga við
jólasøluni fyri eyga. Á henda hátt vórðu fleiri slíkar framsýningar og tey, sum
skuldu keypa vørurnar, noyddust at ferðast fleiri ferðir heldur enn einaferð.
- Eg helt tí, at tað kundi verið eitt hugskot at skipað fyri eini stórari
vørumessu við fleiri framsýnarum, soleiðis at handlar og fyritøkur, ið keypa frá
heilsølum og øðrum umboðum í Føroyum, kundu funnið sínar vørur á einum staði. Eg
metti, at hetta eisini vildi gjørt tað lættari og betri hjá teimum, sum vilja
sýna fram sítt útboð av vørum.
Birgir sigur, at undirtøkan var ógvuliga góð beinanvegin, eisini fyrsta árið.
- Tað gingu bert smáir 14 dagar frá tí, at vit bjóðaðu heilsølum og øðrum at
verða við á fyrstu messuni á Hotel Føroyum, til fullteknað varð. Minnist eg rætt, vóru
umleið 20 framsýnarar við fyrstu ferð.
Fyrireikarin sigur, at fólk, sum vitjaðu stevnuna, vóru sera fegin um tiltakið
og hildu hugskotið vera óføra gott. Sama skoðsmál fekk hann frá framsýnarunum.
- Í byrjanini helt kanska onkur framsýnari, at tað fór at vera keðiligt at
kappast um viðskiftafólkini ? í onkrum førum við somu vørum á sama staði. Soleiðis bar
onkur kanska ótta fyri, at fyritøkurnar fóru at taka frá hvørji aðrari, men
eisini hesi sóu skjótt, at tað loysti seg at vera undir einum og sama taki, har
umboð fyri nógvar handlar vitjaðu inn á gólvið. Tað vísti seg nevniliga, at
allir framsýnararnir seldu meira, enn tá ið teir einsamallir fóru út við sínum
vørum.
Ymiskar vørur
Birgir Poulsen sigur, at ongar treytir um vørusløg verða settar teimum, sum
luttaka á sølustevnuni, so framsýnararnir avgera sjálvir, hvat teir bjóða fram.
- Tað er ikki soleiðis, at tað er ein treyt, at handlar ikki kunnu bjóða fram
somu vørur, og tí skerst ikki burtur, at onkrar vørur kunnu vera tær somu hjá
onkrum framsýnarunum, sigur hann.
Fyrireikarin vísir á, at vørumessan er lagað til føroysk viðurskifti, soleiðis
at talan er um fleiri ymiskar vørur undir sama taki.
- Uttanlands er vanligt at hava sølustevnur við einum slagi av vørum ? ella
vørum, sum venda sær til ein ávísar keyparar ella ávísar ?bransjur?.
Í hesum sambandi nevnir Birgir t.d. afturvendandi tekstilmessurnar og aðrar
messur, sum ikki hava eitt breitt úrval av vørusløgum.
Um úrvalið hesaferð, sigur stigtakarin, at talan er um alt frá gávulutum til
góðgæti og teldur.
- At kalla tað einasta, sum ikki er við á sølustevnuni, er klæðir. Tøting í Gøtu og Sirri í Vági hava verið við klæðum, men hesaferð er Tøting ikki við. Sirri er tó
framvegis við.
Birgir vísir á, at nógv av tí, sum sýnt verður fram, vendir sær til heystið og
jólini, men við eru eisini nógvar heilársvørur.
Somu framsýnarar
Vanligt er til slíkar sølustevnur, at fyritøkur, sum hava verið við áður, fáa høvið at verða við aftur árið eftir, og soleiðis er eisini við Vørumessuni.
- Vit plaga at hava umleið 35 básar ? alt eftir, hvussu stórir básarnir eru, og
eins og undanfarin ár, er eisini fullteknað hesaferð. Nógvir framsýnarar hava
verið við síðan byrjanina. Tó so; onkur er farin, og aðrir eru komnir í teirra stað,
sigur Birgir.
Tað er Dekostovan, sum eigur og setir básarnar upp, og hetta samstarvið er
fyrireikarin væl nøgdur við.
- Vit leggja ógvuliga stóran dent á at hava umhvørvið rundan um
sølustevnuna so professionelt og hugnaligt sum tilber. Framsýnararnir eru eisini rættiliga professionellir. Tí føla vit tað, sum eina skyldu at skipa stevnuna og umhvørvið rundan um hana so væl, sum yvirhøvur gjørligt. Eg haldi, at Vørumessan er fult á hædd við tær sølustevnur, vit síggja í útlandinum, sigur fyrireikarin.
Spurdur, um fleiri enn tær heilsølur og fyritøkur annars, sum eru við á stevnuni, hava roynt at komið sær fram at, vísir Birgir á, at teir hava fingið nakrar fyrispurningar gjøgnum hesi 5 árini.
- Men plássið er avmarkað og soleiðis eisini talið av framsýnarum. Tí hava vit ikki gjørt nakað við at fáa fleiri við. Í fjør vóru nakrir fyrispurningar, men ikki í ár. Seljarar vita eftirhondini, at sølustevnan er fullteknað á hvørjum ári, og tí sleppa nýggir framsýnarar bara við, um onkrum berst frá, sigur hann.
Broytingar
Fyrireikarin sigur tað ikki vera óhugsandi, at onkrar smærri broytingar verða gjørdar komandi ár, men hetta er ikki endaliga komið uppá pláss enn.
- Vit hava hugsað okkum, at okkara framsýnarar kunnu bjóða sínum útlendsku samstarvsfeløgum við til Føroya, og í hesum sambandi hava vit hugsað um at skipað fyri seminarum, eitt nú um tær vørur, sum eru við á stevnuni og vørur, sum væntandi fara at koma á føroyska marknaðin. Somuleiðis kundi seminar verið um søluteknik, marknaðarføring og annað, sigur Birgir Poulsen at enda.