Ein bók um eitt ættarlið sum fer, sum kann vísa okkum ómetaligu virðini í felagsskapi og samanhaldi.
Tiltakið er í Miðlahúsinum kl 16.00 í dag 30 nov.
Bulurin í bókini eru stuttar frásøgur frá fólki, sum vóru í Føroyingahavnini mitt í farnu øld.
Summar søgur eru merktar av sorg og missi, aðrar av gleði og stuttleika, men kortini rúma tær allar eini kenslu av friðsælu.
Lesarin kann fordjúpa seg í bókini, sum hon er, ella støkka niður í onkran staklut, sum fangar áhuga. Annaðhvørt tað er ein anekdota frá Føroyingahavnini, ein fotomynd við síni egnu søgu, søgan um saltfiskin, ein yrking ella eitt listaverk. Eitt rúm til annaðhvørt løtu – ella heildaruppliving.
##med2##