Løgreglan í Føroyum umhugsar alla tíðina um limir í Sea Shepherd skulu burturvísast úr Føroyum – ella um teir skulu sleppa til Føroya yvirhøvur.
Tað sigur Søran Pind, danskur løgmálaráðharri.
Martin Henriksen, fólkatingsmaður fyri Danska Fólkaflokkin, og limur í Føroyanevndini hjá Fólkatinginum, hevur spurt løgmálaráðharran, um tað verður umhugsað at nokta limum í Sea Sheperd at koma inn í danska ríkið, ella inn í ávísar partar av danska ríkinum.
Søren Pind sigur, at tað er løgreglan, sum heldur skil á Sea Shepherd og at løgreglan umhugsar alla tíðina, um limir í felagsskapinum skulu burturvísast úr Føroyum, ella um teir ikki skulu sleppa til landið yvirhøvur.
Higartil eru annars eini 10 limir í Sea Shepherd vístir av landinum og harafturat bíða nakrir eftir at verða víst av landinum við atliti at lóg og landaskili. Samstundis er skipið hjá felagsskapinum, Bob Barker, burturvíst, tá ið tað kom hendavegin. Við Bob Barker vóru 21 fólk.
Sea Shepherd hevur upplýst, at avgerðirnar verða kærdar.
Søren Pind staðfestur, at løgreglan í Føroyum endurskoðar mannagongdir og tilbúgving alla tíðina í samráð við Ríkisløgregluna og løgmálaráðið.
Eftir hvørt grindadráp er ein eftirmeting, eitt nú við atliti at um løgreglan er nóg væl mannað til endamálið og samstundis verður landsstýrið kunnað alla tíðina.