Lars til reiðar at kollvelta landsliðsspælið

Vit gita: Tað er møguleiki fyri ein kollvelting í spælistílinum til dystin móti Andorra

Landsliðið kom í gjár til Andorra umvegis Barcelona. Tað tekur áleið tríggjar tímar at koyra úr Barcelona til Andorra, sum liggur nakað norðanfyri. Liðið kom á gistingarhúsið seint í gjár. Í dag hevur liðið havt sína fyrstu venjing á nýggju venjingarstøðini hjá Andorra.

 

Til venjingina manglaði Hallur Hansson, sum kemur til Andorra í dag, meðan Rógvi Baldvinsson sat yvir tað mesta av venjingini, eftir at hann beklaði. Í allar fyrsta spælinum, sum kundi givið ábendingar um hvat Lars Olsen hugsar, spældu Rógvi Baldvinsson og Sølvi Vatnhamar á miðvøllinum. Tað er greitt, at vit skulu hava nýtt folk á miðjuna, tí Fróði Benjaminsen hevur leikbann, meðan Brandur Hendriksson Olsen er skaddur.

 

Tveir framherjar?

Tað er tó ikki vist, at talan verður um tveir nýggjar miðvallara, tí Lars Olsen spælir sær í løtuni við tankan um, at kollvelta vanligu uppstillingina, har vit spæla við einum áleypara.

 

- Eg ivist í fleiri spælarum og eg ivist eisini í uppstillingini. Í løtuni umhugsi eg eisini, um vit skulu fara at spæla 4-4-2 við tveimum framherjum. Tað gjørdi Andorra í fyrsta dystinum í bólkaspælinum móti Lettlandi á heimavølli. Tí havi eg ein mistanka um, at teir fara at gera tað sama móti okkum, sigur Lars Olsen.

 

Spælir føroyska landsliðið við tveimum framherjum frá byrjan, so er tað fyrstu ferð, at Lars Olsen roynir ein so framrættaða spæliskipan frá byrjan í einum undankappingardysti. Vit spældu eina løtu í venjingardystinum móti Kosovo í fjør við tveimum áleyparum. Annars hevur tað bara verið tilfeldið í einum satsi seinastu minuttirnar av dystum, har føroyska liðið hevur verið aftanfyri.

 

Bárður sum miðvallari

Eitt annað, sum sást til venjingina var, at Bárður Jógvansson Hansen ikki spældi á bakkinum, men á høgra miðvøllinum. Hetta gevur eisini meining, um Lars Olsen velur at skifta til fýra mans á miðjuni. Bárður J. Hansen spælir á høgra miðvøllinum hjá NSÍ í ár.

 

Í miðverjuni kundi sæð út til, at tað er Jóhan Troest Davidsen, sum hevur munin til plássið við síðuna av liðskiparanum Atla Gregersen. Sonni Ragnar Nattestad er skaddur og tí skal nýggjur maður inn í miðverjuna.

 

Góðar umstøður

Umstøðurnar at venja hjá landsliðnum eru sum so góðar. Vant verður á graslíki, sum líkist tí sum liggur á tjóðarleikvøllinum. Fleiri spælarar vístu á, at vøllurin var betri enn væntað, tí nógv hevur verið tosað um vánaligu vøllirnar í Andorra.

 

Undan túrinum hóttu veðurstovurnar við kulda og regni, men higartil hevur tað ikki verið nær frostmarkinum og veðrið er gott.

 

Velur Lars Olsen at spæla 4-4-2, so gita vit við fyrivarni:

Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen – Bárður J. Hansen(ella Kaj Leo í Bartalsstovu), Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Gilli R. Sørensen – Jóan Símun Edmundsson og Páll A. Klettskarð(Ella Klæmint A. Olsen)