Tað er ikki langt síðani, at Lars Løkke Rasmussen eftir nógv rumbul fór frá sum formaður í Vinstra í Danmark. Men nú skal hann royna seg á einum nýggjum øki, nevniliga sum ferðaleiðari í Føroyum. Tað skrivar Ekstrablaðið.
Tað er Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen og Lars Løkke Rasmussen, sum saman hava stovnað felagið Sollar Holding – sum minnir um eina samanrenning av nøvnunum Sólrun og Lars.
Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen er stjóri, og hjúnini eiga helvtina av felagnum hvør. Tey hava sett 50.000 krónur í felagið.
Tey eru eisini byrjað at lýsa við pakkaferðum til Føroya, har Lars Løkke Rasmussen eisini verður nevndur.
Lýsingin ljóðar soleiðis:
'Et ’dramatisk landskab med stejle fjeldvægge, grønne klipper, rislende bække, vandfald, havets brusen mod de sorte klipper’. Fred og stilhed – ’kun afbrudt af fuglestemmer og fårenes brægen’.
'Efter middagen er der kaffe og dessert i de tilstødende lokaler og her får vi selskab af Sólruns mand, Lars Løkke Rasmussen, som fortæller om hans passion for Færøerne.'
Í lýsingini fyri ferðini stendur eisini, at Sólrun Løkke Rasmussen bjóðar inn í barnaheimið hjá abba hennara við Gjógv, har pannukøkur eisini verða settar á borðið.
Sollar Holding samstarvar við felagið Make Travel, sum skipar fyri ferðum til Føroya.
Ein kendur maður innan ferðavinnuna í Føroyum, Kent Christensen, eigur saman við konuni, Make Travel.
Kent Christensen upplýsir yvir fyri Ekstrablaðnum, at hugskotið er gamalt, men at síðstu mánaðirnar hevur verið arbeitt meira við tí.