Langur tónleikadagur í Kelduni

Tiltakið "Tónatindar" verður á fyrsta sinni á skránni í Kelduni í Skálabotni

Á fyrsta sinni verður tónleikatiltakið "Tónatindar" á skránni í Kelduni í Skálabotni.

Fyrireikararnir siga,  at Dentur verður lagdur á southern gospel, country, bluegrass, kórsang v.m.

Tiltakið byrjar klokkan 14 og endar umleið klokkan 23. 


Fleiri kór, bólkar og einstaklingar koma at luttaka. Dagurin endar við eini stórari syngið við løtu.

Millum tey sum taka lut eru Heini Lützen, Kvartettin í Betesda, Blátt Gras, Sangkórið í Betesda, S7EY, Sangkórið í KFUM&K í Klaksvík, Miðnáttarsangbólkurin, Maria á Lakjuni, Terje Vestergaard , Eyðun Jacobsen, Andreas Hvannastein og Ekklesia.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra eina samrøðu við Eyðun Jacobsen um Tónatindar.