Lív syngur um kaffi latte í nýggjum staklagi

Lív í Baianstovu hevur givið nýtt staklag út í dag

Í dag gevur Lív í Baianstovu nýggja staklagið út, Kaffi Latte. 

 

- Kaffi Latte er ein sangur um tað hjartans samband, sum veit, at tað er har - millum øll menniskju, við ein sjálvan og við alt tað heilaga lívið, ið andar og eigur okkum, og hvørs reinleiki og friðing er fortreyt tilverunnar, ljóðar tað í tíðindaskrivi um nýggja lagið.

 

Tað er Tutl, ið gevur talgilda lagið út, og tað er innspælt, mixað og mastrað í IntroVers Studio hjá Hans Poulsen, sum eisini spælir øll ljóðførini og hevur arrangerað. Lív hevur skrivað orðini og lagið, og tað er hon, sum syngur, bakkað upp av Pætur við Keldu, sum leggur kór til. Magnus í Baianstovu hevur teknað húsan. 

 

Í tíðindaskrivi frá Tutl stendur eisini, at Lív í Baianstovu væntandi fer at geva nýggja skaldsøgu út komandi ár.

 

Hoyr lagið Kaffi Latte omanfyri, og tað ber eisini til at hoyra tað á Spotify.