Løkke brýtur páskafrí av í Føroyum

Bumburspreingingarnar á Sri Lanka hava fingið Lars Løkke Rasmussen at bróta av páskafrítíð sína í Føroyum.

Forsætisráðharrin fer at koma við eini fráboðan í køvld, vátta keldur í Forsætismálaráðnum.

##med2##

Forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen brýtur av páskafrítíðina í Føroyum og fer aftur til Danmarkar, efitr at fleiri bumbuálop hava verið á Sri Lanka.

Tað sigur kelda í Forsætismálaráðnum við Ritzau.

##ms##

Tað frættist um deyðar og særdar danir, hevur Uttanríkisráðið í Danmark upplýst.

Ein sjúkrahússtjóri í Sri Lanka sigur, at tað er í minsta lagi ein dani millum teir 11 deyðu útlendingarnar á sjúkrahúsinum. Tað skrivar eitt blað á Sri Lanka, Daily Mirror.

Enn hevur Borgerservice hjá uttanríkisráðnum einki váttað ella avsannað.

– Vit eru gjørd var varug við tað, men vit kunnu ikki siga nakað meira ítøkiligt, enn tað vit longu hava sagt, sigur deildarleiðarin hjá Udenrigsministeriets Borgeservice, Ib Petersen.

Forsætisráðharrin fer seinni í kvøld at viðmerkja málið, siga keldur í Forsætirsáðnum.

Uttanríkisráðið hevur eisini boðað frá, at eitt flogfar frá verjuni verður sent úr Danmark í kvøld til høvuðsstaðin í Sri Lanka.

Tað upplýsir Ib Petersen, deildarleiðari í Borgerservice.

– Í flogfarinum vera fólk frá Udenrigsministeriets Borgerservice, løgregluni og bráðtilbúgvingin fyri at hjálpa dønum, sum hava tørv á hjálp, sigur Ib Petersen.

Bergerservice metir, at millum 1.000 og 2.000 danskir ríkisborgarar eru á Sri Lanka.

Átta bumbuspreingingar skakaðu í morgun suðurasiatiska landið, har gistingarhús og kirkjur vóru mál fyri álopum, sum hava kostað minst 207 mannalív – teirra millum í minsta lagi 35 útlendingar. 450 eru særd.

Spreingingarnar hava rakt í høvuðsstaðnum Colombo, eins og í býunum Dehiwela og Negombo, nærindis høvuðsstaðnum.

 

/ritzau/