Løgmaður tveitti sjálvur bleytu málini fyri borð

Tá trupulleikar stinga seg upp, er tað týdningarmesta, at skiparin varðveitir yvirlitið og ikki leypur framav

Fleiri klókir knokkar hava roynt at greinað, hvat tað í grundini varð, ið fór fram í Tinginum seinasta hóskvøld, tá tingviðgerðin endaði við, at løgtingsval varð útskrivað.

Mest týðandi tilburðurin er, at Sambandsflokkurin setti mark fyri, hvat hann kann lata sær lynda, nú alt bendir á, at búskaparliga skilið hjá summum í samgonguni er horvið.

Tann mest áhugaverdi tilburðurin hóskvøldið er tó, at løgmaður fullkomiliga leyp framav og útskrivaði val.

Í fyrsta umfari er greitt, at løgmaður fylgdi ikki tingskipanini, grein 51 stk. 3. Hon sigur: "Um so er, at løgmaður uttan um skránna ætlar at geva løgtinginum serliga fráboðan, verður sagt formanninum frá. Formaðurin gevur løgmanni orðið beinanvegin ella seinni á sama fundi".

Í staðin fyri at hugsa seg um, trein løgmaður upp á tingsins røðarapall undir einari 3. viðgerð av einari vallóg og framtúrar, at løgtingsval verður útskrivað til 19. januar 2008. 

At val verður 19. januar, vistu øll frammanundan. Og tað sum verri er: Hann útskrivaði val í óðum verkum.

Hvat kundi hann havt gjørt øðrvísi? Jú hann kundi valt at brúkt tíðina frá hóskvøldinum og so leingi, sum freistin var, til at fáa eina røð av løgtingsmálum samtykt.  Ein røð av málum lógu klár til 2. viðgerð og kundu soleiðis verðið samtykt, um løgmaður ikki misti nervarnar.

Hevði løgmaður kent og nýtt reglurnar í tingskipanini, kundi formaðurin víst honum langa listan av málum, sum lógu klár til 2. viðgerð. Tey vóru sett á dagsskrá til fríggjadagin, og sostatt kundu tey verið avgreidd, áðrenn val varð útskrivað.

Nú kann ein siga, at nógv av hesum málum ivaleyst verða samtykt av einum komandi løgtingi, og at skaðin sostatt er avmarkaður. Tó er hugstoytt hjá okkum, sum royna at fáa bleytu virðini hægri upp á prioriteringslistan, at løgmaður letur tey detta burtur og nú roynir at misnýta hetta í valstríðnum.

Fyrsta treytin fyri, at ein persónur kann leiða eina samgongu og stýra einum landsstýri, er, at hann kann stýra sær sjálvum.