Mikudagin 16. apríl klokkan 17 skipar Prematur felagið fyri fyrilestri í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum Prematur-felagið varð stovnað í fjør heyst, og er endamál felagsins at hjálpa foreldrum at børnum, sum eru fødd ov tíðliga. Í Føroyum finnast ikki hagtøl fyri hetta, men í Danmark verður sagt, at 6% av børnum verða fødd ov tíðliga.
Fyrilesturin mikukvøldið er fyrsta tiltakið, sum felagið skipar fyri, og er tað Jonna Jepsen úr danska Preem Team, sum fer at halda fyrilesturin, ið er ætlaður bæði foreldrum, avvarðandi og fakfólki.
Jonna Jepsen átti sjálv tvíburar í 1992, og komu hesir í verðina tríggjar mánaðir ov tíðliga. Síðani 1994 hevur hon arbeitt við teimum trupulleikum, sum prematur børn hava. Hetta við serligum atliti til sálarligu og sansamotorisku seinfylgjurnar, sum hesi kunnu fáa. Hon var í 2000 við til at stovna danska Prematur felagið, og var hon eisini formaður í felagnum fyrstu árini, eins og hon rekur Preem Team (www.preemteam.dk), sum rekur kunningarvirksemi viðvíkjandi ov tíðliga føddum børnum. Eisini hevur hon skrivað fleiri bøkur um evnið.
Tiltakið er ókeypis.
Prematur felagið varð stovnað í oktober í fjør og hevur til endamáls at stuðla foreldrum at ov tíðliga føddum børnum, og at upplýsa um teir trupulleikar og seinfylgjur, sum ov tíðliga fødd kunnu fáa at dragast við, um tey ikki fáa røttu viðferðina og viðgerðina. Partur av hesum virksemi er at skipa fyri fyrilestrum. Millum annað við útlendskum fyrilestrarhaldarum. Hetta fyri eisini at røkka fakkunnleikanum, soleiðis at átøkini bæði kunnu tæna einstøku borgarunum og samfelagnum sum heild.